Ongi úrslit

Hesi býráðslimir søgdu ja til kirkju við Sandá - og hesir søgdu nei

Í gjárkvøldið varð punktum sett fyri drúgvasta, og mest umstrídda byggimálið nakrantíð

Áki Bertholdsen
23. mai kl. 09:43

Tað hendi, tá ið ein meiriluti í Tórshavnar býráð samtykti at geva byggiloyvi til, at ein kirkja kundi byggjast við Sandá, á stykkinum niðan ímóti Støðlagøtu.

Hetta er eitt byggimál, sum hevur verið bæði drúgt og umstrítt. Tað var longu í 2006, at tað varð reist og tað var ikki fyrr enn í gjárkvøldið, 19 ár seinni, at tað varð avgreitt.

Upprunaliga vildi kirkjuráðið á Argjum byggja kirkjuna á eini trøð mitt á Argjum, men tað var Tórshavnar Býráð, sum heldur vildi byggja hana niðri við Sandá - og tað góðtók kirkjuráðið - og síðani hevur verið arbeitt eftir tí.

Heðin Mortensen, býráðslimur hevur talt eftir, og hann er komin fram til, at hesi árini hevur tað verið til viðgerðar í nevndum, í býráðnum og hjá friðingarmyndugleikum, og øðrum myndugleikum, næstan 60 ferðir.

Málið er serliga umstrítt tí at tað er ein stórur bólkur av fólki, sum vilja varðveita hetta økið fram við Sandá, sum fríøki.

Tann 29. februar í fjør samtykti ein meiriluti í býráðnum at geva kirkjuni byggiloyvi. Teir býráðslimir, sum atkvøddu fyri at geva byggiloyvi, vóru Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Birita Baldvinsdóttir Iversen, Bjørg Dam, Jákup Dam og Birgir Nielsen.

Tey, sum atkvøddu ímóti, vóru Kristianna Winther Poulsen,Turið Horn, Jón Kragesteen, Annika Olsen og Súsanna Olsen.

Tá vissaði táverandi borgarstjóri, Heðin Mortenssen, at viðgerðin hevði verið heilt eftir bókini.

Men tað vísti seg, at tað var hon ikki og tí varð samtyktin kolldømd. Kærunevndin kom nevniliga til ta niðurstøðu, at viðgerðin var ikki farin rætt fram við tað, at grannarnir vórðu ikki hoyrdir.

Síðani hevur málið gingið um aftur og í gjárkvøldið varð málið so endaliga avgreitt, og aftur hesa ferð var ein meiriluti fyri at geva byggiloyvi.

Men meirilutin var so tepur, sum hann kundi vera, tí sjey av teimum 13 býráðslimunum atkvøddu fyri, fimm atkvøddu ímóti og ein atkvøddi blankt.

Býráðsval hevur verið ímeðan, so fleiri býráðslimir eru nýggir. Men tey, sum hesaferð atkvøddu fyri at geva kirkjuni byggiloyvi, vóru Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Bergur Robert Dam Jensen, Guttormur í Skála, Høgni Vilhelmsen, Birgir Nielsen og Annfinn Brekkstein.

Ímóti atkvøddu: Elsa Berg, Tróndur Sigurðsson, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe og Kristianna Winther Poulsen.

Kári Johansen atkvøddi blankt.

Men sum tað sæst, eru tað tveir býráðslimir, sum hava skift meining, og tað eru Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, sum báðir eru býráðslimir fyri Kommunulistan.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00