Hvørja bók lesur tú beint nú?
Eg lesi bókina Prisoners of Geography, sum rithøvundurin og tíðindafólkið Tim Marshall hevur skrivað í 2015. Bókin snýr seg um altjóða politik, og roynir at lýsa sambandið millum lond úr einum jarðfrøðiligum sjónarhorni – hvussu áir, fjøll, skógir og høv hava myndað karmarnar fyri støðuna í heiminum, og framhaldandi fer at gera tað.
Hvussu dámar tær bókina og hvønn part dámar tær best?
Bókin fer víða um – Mann fer ígjøgnum alt frá búskaparligu umstøðurnar í suðuramerika og ósemjurnar millum India og Pakistan, til fólkasamansetingina í Japan og vøtnini í Nepal. Men best dámar mær at lesa greiningarnar um støðuna hjá Russland og Evropa, og nýggju støðuna í arktis. Bókin er skrivað í 2015, og tað er sera áhugavert, hvussu nógv av tí hon snýr seg um sæst aftur í dag.
Mær dámar væl at hon er løtt at lesa. Ein og hvør kann taka bókina upp og lesa hana, eisini um mann ikki hevur gott innlit í altjóða viðurskiftir.
Kanst tú viðmæla bókina?
Tað kann eg heilt avgjørt. Hon er ein góð innleiðing til altjóða politikk, men serliga gevur hon innlit í hvussu mann eigur at hugsa um altjóða viðurskifti.
Hvat verður tín næsta bók?
Mín næsta bók verður Heimsins Nalvi – Føroyskur Uttanríkispolitikkur í Fjórðingsøld. Enn ein bók um uttanríkispolitikk. Men eg havi lovað mær sjálvum at lesa okkurt sum ikki hevur so nógv við arbeiði at gera, so tær sum koma aftaná verða nakrar hjá William Heinesen og Heðin Brú.
Hvørja bókmentagrein dámar tær best at lesa?
Sum lesarin kanska hevur fangað, so dámar mær væl at lesa um politikk, samfelag, búskap, søgu og altjóða viðurskiftir. Men nú fari eg skjótt at royna aðrar leiðir eisini, hvørjum bókalesnaði viðvíkur.