Sjóvar kommuna er ein kommuna í øgiligari menning. Fyri fimm árum síðani var Sjóvar kommuna ein útjaðarakommuna, uttan fyri miðstaðarøkið.
Men so kom Eysturoyartunnilin, og tað broytti alt, og ú er Sjóvar kommuna beinleiðis ein partur av miðstaðarøkinum, sigur Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri.
– Fyri at siga tað upp á ein annan máta, er tað styttri hjá teimum á Strondum at fara í stórhøllina Við Tjarnir, enn tað er hjá nógvum Havnarfólkum, leggur hann afturat.
Hetta hevur eisini havt eina stóra ávirkan á kommuna, serliga á høvuðsbygdina, Strendur.
Tað hevur nevniliga verið ein stór tilflyting - og tað er einki, sum bendir á, at hon fer at minka, tí fólk legst afturat alla tíðina.
Fyri fimm árum síðani búðu eini 1.000 fólk í kommununi, men nú búgva næstan 1.300 fólk í kommununi.
Skulu hava grundstykki til øll
Men borgarstjórin sigur, at tey eru eisini til reiðar at taka ímóti teimum, sum vilja seta búgva í Sjóvar kommunu.
Hann sigur, at fyri nøkrum árum síðani fóru tey undir eina stóra útstykking við 53 grundstykkjum.
Tað var ein rættiliga stór útstykking eftir teirra viðurskiftum, men nú eru so fá grundstykki eftir, at tey kunnu teljast á hondunum.
Harumframt eru eisini nakrar íbúðir bygdar.
Men nú gongur undan av álvara við grundstykkjum og sostatt verður nú gjørt klárt til at útvega fleiri grundstykki.
Í hesum umfari verður talan um eini 30 - 40 grundstykki. Tey verða projekterað nú og borgarstjórin vónar, at spakin verður settur í eftir summarferiuna.
Harafturat eru einar 24 íbúðir í umbúna og farið verður eisini undir tær eftir summarferiuna.
Samstundis verður eisini arbeitt við ymsum íbúðarætlanum har tað vera onkustaðni ímillum 20 - og 40 íbúðir, alt eftir, hvussu tað fer at laga seg.
Tað fer at nøkta tørvin í eina tíð. Borgarstjórin sigur, at tey hava ikki bíðilista eftir grundstykkjum, men eru tað fólk, sum vilja hava grundstykki, seta tey seg í sambandi við kommununa og velja sær eitt stykki.
Bílig grundstykki
Tað skerst heldur ikki burtur, at tað er nakað væl bíligari at seta føtur undir egið borð í Sjóvar kommunu, enn tað er í Havnini.
Grundstykkini verða seld fyri fastan prís fyri fermeturin og tað merkir, at eitt grundstykki í Sjóvar kommunu kostar onkustaðni ímillum 100.000 krónur og 200.000 krónur - og tað er minst eina hálva millión bíligari enn í høvuðstaðnum.
Tað eru eisini nógv fólk aðrastaðni frá, sum seta búgv í kommununi.
– Hesi seinastu árini hevur støðan verið tann, at vit kenna slett ikki meginpartin av teimum, sum flyta til okkara, sigur borgarstjórin.
Og tað verða eisini nógv hús bygd, tí tað koma hús upp hvørja viku, sum borgarstjórin orðar seg.
Og tað skilur borgarstjórin væl, tí har er gott at vera.
– Her er bæði, stilt, friðarligt og róligt, hóast vit bara eru 10 - 15 minuttir frá Vaglinum í Havn, sigur borgarstjórin.
Mangla ikki pláss
Nógv av teimum, sum seta búgv á Strondum, eru yngri familjur við børnum.
Og eisini tænasturnar, barnafamiljur krevja, eru til staðar í Sjóvar kommunu.
– Vit hava ein stóran stovn til barnaansing, við góðum umstøðum uttandura, og har eru eini 170 børn.
Og tað er ikki plásstrot í dagstovninum og foreldur, sum søkja um barnaansing, fáa pláss sama dag.
Somuleiðis er pláss í skúlanum fyri væl fleiri børnum.
Hans Anders Jacobsen sigur, at skúlin varð nógv útbygdur fyri fleiri árum síðani, tí børnini á Skála, í Skálabotni, og í Oyndafjørði, gingu eisini í skúla á Strondum í eldru flokkunum.
Men so fóru tær bygdinar upp í Runavíkar kommunu, so børnini fóru har at ganga í skúla.
Sostatt var skúlin ríkiliga stórur, men tað kemur væl við nú, tí hóast barnatalið veksur nógv, er ikki neyðugt við útbyggingum, sigur Hans Anders Jacobsen.