Ongi úrslit

Her kanst tú síggja hvussu leingi tú kann vænta at liva afturat

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Hagstovan hevur gjørt ein roknara, sum vísir, hvussu leingi, fólk í ymsum aldri kunnu vænta at liva afturat.

Hetta er tað tey kalla »væntaður livialdur« og tað er eitt mát fyri, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva - um einki annars broytist og alt verður verandi sum tað er.

Tað er sostatt ikki ein meting av, hvussu leingi fólk, í roynd og veru, fara at liva, tí har kann sjúka, og alt møguligt annað, koma upp í.

Eitt úrslit, sum tað er vert at leggja merki til, at tey, sum longu eru vaksin, kunnu vænta at liva eitt sindur longri enn tey, sum verða fødd nú.

Orsøkin er, at tá ið fólk eru vaksin eru tey komin ígjøgnum teir vandarnar, sum børn og ung kunn vera í.

Trýst á leinki niðanfyri og set tín aldur inn, so sært tú, hvussu leingi tú kann vænta at liva afturat - um einki annað hendur. 

https://hagstova.fo/fo/min-vaentadi-livialdur?fbclid=IwY2xjawRSsihleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFoUWF1MHR1blBoWkQ0bElCc3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHqqyxyJvf6zd7NYW37qSDNcLc4NlqgkiLuZTTwoGhC0dKLLUk5dGjHsEveFm_aem_8eqojaW4bsvQyzmD1Kgv7A

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02