ann hevur fingið hotellvinnuna inn við móðurmjólkini.
Og tað lá eisini allatíðina í kortunum, at hotellvinnan skuldi verða hansara lívstarv.
Tað er Martin Restorff í Havn, sum talan er um.
Hann er er av føroya kendastu hotellfamilju. Abbi Hansara, Christian Restorff, bygdi Hotell Hafnia á Áarvegnum í Havn og tá ið hann legði frá sær, tóku synirnir, Johan og Martin Christian, vanliga nevndur MC, yvir.
Teir báðir brøðurnir stjórnaði hotellinum í mong ár, og tað lá eisini alla tíðina í kortunum, at Martin, sum er sonur Johan, skuldi taka yvir, tá ið hansara tíð kom.
Tí kom tað mest sum av sær sjálvum, at hann fór til Danmarkar at útbúgva seg til at taka yvir á Hotell Hafnia.
– Ætlanin var alla tíðina, at eg skuldu fara niður at útbúgva læra til kokk og til tænara, og so skuldi eg útvega mær nakrar royndir fyri at brynja meg til at taka yvir á Hotell Hafnia, sigur Martin Restorff.
Hann fór eisini í læru um kokkur og tók ein stóran part av útbúgvingini, Men tá ið hann manglaði hálvtannað ár av útbúgvingini, fekk hann nikkul-ovurviðkvæmi og tí mátti hann gevast í kokkalæruni.
Men hann varð eisini útbúgvin tænari og hesa tíðina í Danmark arbeiddi hann á fleiri navnframum hotellum og matstovum.
Fyrst lærdi hann til kokk á Glostrup Parkhotel, og hann fór eisini á Royal SAS hotel at læra til tænara.
Síðani arbeiddi hann á kendum matstovum sum Le Sommelier, Jan Hurtigkarl og aðrastaðni.
Og á læruplássinum varð hann eisini matstovuleiðari eitt skifti.
Hann var somuleiðis á Søllerød Kro, har hann arbeiddi saman við beiggja sínum, Jan Restorff, sum er ein hin kendasti matstovuleiðarin í Danmark.
Ímeðan hann var á Søllerød Kro var tað at pápi hansara ringdi, og spurdi um hann ikki hevði hug til at venda nøsini heim aftur.
– Tá hevði eg eisini hitt eina føroyska gentu, Olgu úr Miðvági, sum seinni bleiv kona mín, og tað gjørdu tað munandi lættari at flyta heim, sigur Martin Restorff.
Hann var síðani á Hafnia líka til hotellið varð selt.
– Eg skal viðganga, at tað var ikki við mínum vilja, at hotellið varð selt, sigur Martin Restorff.
Men hann sigur, at umstøðurnar lagaðu seg soleiðis, at tað hendi kortini.
Støðan var tann, at MC vildi sleppa burtur úr hotellinum, og tí var ruddiligast at selja alt hotellið.
– Tað varð so gjørt - og tað var í sátt og semju, sigur Martin Restorff.
Á skipsdekk
Martin Restoff sigur, at tað var ikki so leingi, at hann gekk fyri einki, tí tað var skjótt at hansara góði vinur, Bogi Rasmussen, í Klaksvík, ringdi til hansara og bjóðaði honum kjans við Norðborg.
– Soleiðis varð eg brádliga sjómaður og har var eg dekkari við Norðborg í 2005 og 2006.
– Tað var eitt arbeiði, eg dámdi serstakliga væl og eg stórtreivst á sjónum, sigur Martin Restorff.
– Tá vóru konan og eg einsamøll og henni dámdi einki serligt, at eg var á sjónum og burturi heimanífrá, so eg fór í land aftur.
Martin sigur, at síðani fór hann í starv í Eik-banka har hann hevði ábyrgdina av matstovunum í samtakinum, umframt at hann eisini hevði ábyrgdina av reingerðini, móttøkunum og innkeypunum í samtakinum.
Har var Martin í níggju ár.
Men tað broyttist alt tá ið Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, ringdi til hansara og spurdi um hann ikki hevði hug at verða stjóri á tí nýggja Hotell Hilton, og vera við til at byggja hotellið upp.
– Eg helt, at tað ljóðaði sum ein avbera stór og spennandi avbjóðing, so eg tók av, sigur Martin Restorff.
Hann sigur, at sostatt var hann stjóri á Hilton í fýra ár. Men tá ið raksturin var komin í eina fasta legu, gjørdi hann eisini av at gevast.
Hann er kortini framvegis nevndarlimur í hotellinum.
Gloymdi familjuna
Tað kom rættiliga óvart á tey flestu, at Martin Restorff brádliga boðaði frá, at hann fór at gevast á Hotell Hilton, tí hjá nógvum var hann sjálv ímyndin av hotellinum.
Tað var heldur ikki ónøgd við arbeiðið, sum fekk hann at gevast.
– Eg dámdi stak væl arbeiði á Hotell Hilton, og hotellið var sum mítt lítla barn, sigur hann.
Men kortini mistreivst hann, tí hann føldi at arbeiðið á hotellinum var so krevjandi, at hann forsømdi sína egnu familju.
– Eg fekk ikki arbeiðslív og familjulív at hanga saman, sigur hann.
Hann sigur, at arbeiðið á hotellinum kravdi so nógv, at hann arbeiddi alla tíðina og var ongantíð heima.
– Eg var heldur ongantíð við til nakað í familjuni og tá ið børnini skuldi koyrast ella heintast, var tað ongantíð eg, sum hevði tíð til tað, sigur Martin Restorff.
– Sostatt gjørdi eg av at gevast fyri at fáa betri javnvág í tilveruna, og tá endaði eg aftur umborð á Norðborg - aftur hesa ferð, sum dekkari, sigur hann.
Tá ið hann hevði verið umborð í ein mánað, spurdi kokkurin hann, hví hann ikki bara gjørdi seg lidnan sum kokk, tí so kundi hann fáa vinnubræv sum kokkur.
– Tað helt eg var eitt gott hugskot, so eg fór til próvtøku á Tekniska skúla í Klaksvík. Og tað gekk bæði skjótt og væl og so fekk eg vinnubræv sum kokkur, sigur Martin Restorff.
Eitt nýtt kapittul
Martin Restorff sigur, at eina nýggjársaftan sótu tey í stovuni hjá vermammuni í Miðvági við tí fatastiska útsýninum yvir fjørðin.
– Har lá nótaskipið, Katrin Johanna. Eg kendi eigaran so eg skrivaði til hann, at manglaðu teir ein mann, var hann vælkomin at ringja, tí eg gekk fyri einki, sigur Martin.
– Tað gingu ikki nógvir dagar, so spurdi hann um eg hevði kokkapappírini í ordan, sigur hann.
Tað kundi eg váttað - og stutt eftir mynstraði eg sum kokkur við Katrin Johannu, sum avloysari fyri kokkin, sum vildi sleppa í land í eina tíð.
Martin sigur, at tá ið hann hevði verið við í nakrar túrar, fór hann aftur í land.
Fekk eitt tilboð, hann ikki kundi siga nei til
Beint, sum hann var komin í land, fekk hann eini heldur gátufør sms - boð.
– Ert tú troyttur av sjólívinum? var spurningurin.
– Eg svaraði nei og eg legði afturat, at sjólívið dámar mær sera væl.
– Ert tú áhugaður at koma við okkum sum kokkur, vit sigla í annaðkvøld klokkan átta, var annar spurningurin.
– Eg visti ikki, hvat skip, talan var um. Men konan og eg hugdi upp á hvønn annan og samdust um, at eg skuldi ikki fara nýggjan túr longu nú, tí eg var akkurát komin í land.
– So tað skrivaði til hann - men fyri at vera fólkaligir, spurdi eg um eg ikki kundi ringja, tí so kundu vit práta saman og eg kundi forklára honum støðuna.
– So ringdi eg og tá fekk eg at vita, at tað var skiparin á Finni Fríða, sum vildi hava meg við sum kokk.
– Tað var nakað heilt annað, og vit samdust um, at slíkan kjans kundi eg ikki lata fara aftur við borðinum, so eg játtaði at fara við.
– Sostatt fór eg við Finni Fríða nakrar túrar sum avloysari, sigur Martin.
– Tá ið eg so skuldi í land aftur, fór eg til skiparan at takka fyri meg. Men tá segði hann við meg, at eg skuldi ongan veg, tí eg skuldi fáa fastan kjans við Finni Fríða sum kokkur.
Besta arbeiðspláss, eg havi havt í lívinum
Martin Restorff sigur, uttan at blunka, at Finnur Fríði er besta arbeiðspláss hann hevur havt í lívinum.
– Eg havi aldrin trivist so væl nakrastaðni, sum eg geri har umborð á Finni Fríða, og manningin er blivin sum mín nýggja familja, sigur hann.
– Eg havi ikki stóra familju eftir, tí eg havi mist bæði foreldrini, og beiggjan, Jan Restorff, navnframa matstovuleiðaran á Søllerød Kro. Eg hevði eisini ein annan beiggja, sum druknaði á Boðanesi, seks ára gamal.
– Nú er bara systurin eftir, so tann nærmasta familjan er lítil, sigur Martin Restorff.
– Sostatt er manningin á Finni Fríða blivin sum ein nýggj familja fyri meg, og skiparin og eg hava knýtt vinabond, og hittast eisini privat, sigur Martin Restorff.
So hóast konan upprunaliga ikki vildi hava sjómann, vil hon nú, samanumtikið, kortini heldur hava sjómann enn hotellstjóra.
Men nú er Martin eisini familjumaður upp á ein heilt annan máta enn tá ið hann var stjóri á Hilton.
– Tá ið eg var stjóri á Hilton, arbeiddi eg so nógv, at tað einasta konan sá til mín, vóru skitin klæðir, sum skuldu vaskast.
– Nú eri eg burtur ein part av árinum - og tá eru eingi skitin klæðir. Men tá ið eg so eri heima, eri eg eisini ordiliga heima og kann taka lut í øllum familjulívinum.
Umframt at vera kokkur við Finni Fríða, er hann eisini avloysari onkuntíð við Katrini Johannu.
Tilsamans er hann á sjónum góðar 100 dagar um árið, so hann er nógv heima, og familjan sær nógv meiri til hann nú, enn hon nakrantíð gjørdi tá ið hann var stjóri á Hilton.
Manningin er gestir hjá mær
Martin sigur, at nú leitar hann eftir onkrum frítíðarítrivi at fáa tíðina at ganga við, tá ið hann er heima.
Men hvat tað skuldi verið, veit hann ikki rættilig.
– Eg dámi væl at fara í fjørðin, so eg havi keypt mær og soninum eina lítla jollu, sum vit eru úti við tá ið tað liggur fyri.
Hann sigur, at tað minnir hann um gamlar dagar, tá ið hann var í fjørðinum við pápa sínum.
Men staðfestir hann, at hansara stóra frítíðarítriv eru at gera mat og at gleða fólk.
– Tað eri eg uppvaksin við, so tað fellur mær púra nátúrligt, sigur Martin Restorff.
– Sostatt havi eg eitt arbeiði, sum eisini er mítt frítíðarítriv, og tað kann ikki verða betri, sigur hann.
Tað fellur mær eisini ógvuliga lætt at vera tænastusinnaður. So tá ið eg fari umborð á Finn Fríða, fari eg ikki til arbeiðis, tí manningin er mínir gestir.
Honum dámar væl at gera góðan mat til manningina - men tað skal vera matur sum liggur væl á.
– Eg havi arbeitt á fínum matstovum ein stóran part av lívinum, men tann matin tú ger har, kanst tú ikki gera umborð á skipi.
– Tað nyttar altso ikki at borðreiða fyri eini skipsmanning og geva teimum eina striku av sós á tallerkin, heldur Martin fyri.
– Ofta er veðrið ólagaligt so tá ið teir koma vátir, kaldir og tiltuskaðir í messuna, mugu teir eisini fáa ordiliga mat við nógvum smakki í, og sum liggur leingi á. Og tað skal vera nokk av mati - og tað skal vera nokk av sós.
– Tað er stórur munur á, hvussu matarlysturin hjá manningini er, tí teir eta næstan dupult so nógv tá ið teir hava rokast á dekkinum, enn teir gera tá ið teir ikki hava verið dekkinum.
Martin sigur, at hann fer upp klokkan 4.30 um morgunin, tí hann leggur stóran dent á at hava ein góðan og stimbrandi morgunmat.
Til morgunmat fáa teir egg av onkrum slagi, ymisk sløg av osti, smoothies og so víðari.
– Annars dámi eg væl at forkela manningina. Eg baki kaku at kalla hvønn dag, veðrið er til tað, og sum heild geri eg so nógv sjálvur sum tilber, heldur enn at keypa lidnan, ella hálvlidnan, mat.
Um kvøldið er ofta kalt borð og klokkan tá ið klokkan fer av átta um kvøldið, er alt tikið upp aftut, og gallan er vaskað, so tá siti eg eina løtu saman við manningini, áðrenn eg tørni inn aftur.
– Tað hevur stórn týdning at vera saman við manningini eina løtu, sigur Martin.
–Hann heldur eisini fyri, at tað er lætt at vera kokkur við Finni Fríða, tí manningin er ikki kræsin.
– Teir eta alt, sum verður sett fyri teir, og tað ger tað eyðvitað nógv lættari.
– Eg havi fingið eitt lív, sum eg elski. Eg eri avbera heppin at verða sloppin við Finni Fríða og at hava fingið eina familju umborð har, sigur Martin Restorff.
– Eg havi fingið heimsins besta arbeiði - á hartil er tað við tí besta skipinum, leggur hann afturat.
Spurningurin er um hetta so bleiv hansara lívsstarv.
– Eg kann bara siga, at beint nú havi eg tað so gott, at eg havi ongar ætlanir um nakað annað, sigur Martin Restorff.