Á Stangavegnum, sum er ein høvuðsvegur ígjøgnum Klaksvík er tað ikki loyvt at koyra 50, sum tað vanliga er í bygdum øki.
Har er tað nevniliga bara loyvt at koyra 40 - men tað gongur eitt sindur strilti hjá bilførarum at venja seg við tað, tí har verða bilførarar ofta tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Bæði í gjárkvøldið og í morgun var løgreglan á Stangevegi við ferðmátaranum, og tað var heldur ikki úrslitaleyst hesa ferð.
Løgreglan sigur, at tilsamans vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir fingu allir bót, men fýra av teimum koyrdu so skjótt, at teir fingu eisini klipp í koyrikortið. Tað vil siga, at teir eru skrásettir fyri at koyra ímillum 56 og 60 kilomerar um tíman.