Ongi úrslit

Her er nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum

Áki Bertholdsen
2. mars kl. 09:18

Tað er nú greitt, ar tað verður Peter Tulinius Krarup, sum verður nýggi stjórin í Norðurlandahúsin í Føroyum.

Gunn Hernes leggur frá sær eftir átta ár í starvinum og nú tekur so Peter Tulinius Krarup við. Hann er av danskari og norskari ætt og hevur drúgvar royndur í altjóða mentanararbeiði.

Hann er føddur í Haslev í Danmark í 1970 og hevur arbeitt í danmark, Noregi, Onglandi og í Týsklandi og umframt at hava drúgvar royndir í norður-evropiskum mentanarlívi, hevur hann eisini fingið gott samband við nógv fólk.

Síðani 2019 hevur hann verið stjóri í Mentanarhúsinum í Harstad í Norðurnoregi, har hann hevur havt ábyrgdina av trimum mentanarstovnum í økinum, og 40 starvsfólkum.

Hann hevur útbúgving í evropiskum mentanarpolitikki, umsiting og tónleikavísindum, og hevur drúgvar royndur at arbeiða við orkestrum, festivalum og mentanarstovnum, sigur norðurlendska ráðharraráðið, sum hevur sett hann í starvið.

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30