Ongi úrslit

Her er nýggi presturin á Tvøroyri

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tað verður jákup Erlingsson Petersen, sum verður nýggjur prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Á felags kirkjuráðsfundi 14. apríl innstillaðu kirkjuráðini i Suðuroyar norðara prestagjaldi, Jákup Erlingsson Petersen í embætið sum kirkjubókaførandi sóknarprest við sæti á Tvøroyri.
Fólkakirkjan sigur, at nú er innstillingin staðfest, og landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur útnevnt Jákup sum sóknarprest í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

 Jákup varð prestvígdur í januar 2018, tá ið hann gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Í september 2019 tók hann við kallinum sum kirkjubókaførandi sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík, men nú flutur hann so suður á Tvøroyri

Jákup byrjar í nýggja embætinum tann 1. august og væntandi verður innsetingargudstænastan einaferð, tá ið farið er um hálvan august.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02