Ongi úrslit

Hendingin hjá NETS í gjár stóðst ikki av einum álopi

Vit fara at umhugsa fleiri viðkomandi tiltøk út frá hendingini, tá okkara greining er liðug

© Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
20. juli kl. 16:51

Hendingin hjá gjaldsfelagnum Nets, sum í gjár elvdi til stórar trupulleikar við kortgjaldingum í Danmark og restini av Útnorði, stavar ikki frá einum "illviljaðum álopi uttanífrá".

Hetta skrivar Nets í tíðindaskrivi.

Nets útilokar sostatt eisini eitt sonevnt DDoS álop, men enn verður orsøkin til streymslitið kannað, stendur í fráboðanini.

- Vit harmast um tann ómakin, hetta hevur elvt til fyri bæði vinnufyritøkur og korthavarar, og vit arbeiða framvegis fyri at tryggja støðugan rakstur.

Vit fara at umhugsa fleiri viðkomandi tiltøk út frá hendingini, tá okkara greining er liðug, sigur Allan Bonke, landsleiðari hjá Nets í Danmark.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

16 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20