Ongi úrslit

Helgi hevur staðið sína Ph.D

Metingarnevndin helt, at talan er um sera týdningarmikla gransking, sum Helgi hevur lagt fram í eini vælskrivaðari ritgerð

setur.fo
6. november 2025 kl. 22:17

Fyrrapartin vardi Helgi Winther Olsen ph.d.-ritgerð sína "Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting".

Ingi H. Højsted, lektari á Fróðskaparsetri Føroya var forfólk í metingarnevndini, sum eisini var mannað av Hafrún Kristjansdóttir, ið er professari á universitetinum í Reykjavik, og Craig Williams, sum er professari á University of Exeter.

Metingarnevndin helt, at talan er um sera týdningarmikla gransking, sum Helgi hevur lagt fram í eini vælskrivaðari ritgerð.

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, var høvuðsvegleiðari, Malte Nejst Larsen, adjunktur á SDU, var hjálparvegleiðari, eins og May-Britt Skoradal, sum er lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Sum ph.d.-lesandi hevur Helgi arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Vit á Setrinum ynskja Helga Winther Olsen hjartaliga til lukku við góðu verjuni og ph.d.-heitinum!

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57