Ongi úrslit

Heldur eiga enn leiga bústað

Eyðun Jákupsson Tausen, valevni fyri Fólkaflokkin
14 tímar síðan

Í einum demokratiskum landi við fríum marknaðarbúskapi er egin bústaður størsta íløga, sum flestu borgarar gera í lívinum.

Tey plagdu at siga, at “ognarrætturin er heilagur”.

Skulu hesi visdómsorð galda fyri flest møgulig okkara, má hitt almenna ikki leggja fótonglar fyri tí.

Jú fleiri fólk eru sjálveigarar, jú sunnari og meiri haldførur verður búskapurin.

Tað er eingin loyna, at í dagsins samfelag er torført at keypa sær hús. Serliga hjá ungum familjum og ungum lesandi, ið kundu hugsað sær at flutt til Føroya. Tað kann tykjast undarligt, serliga tá ið sosialistarnir tosa so nógv um bústaðartrot.

Sosialistarnir leggja fót fyri teimum veiku og hjálpa teimum sterku

Hús vaksa í virði dag eftir dag. Tey, ið longu hava ogn, stórtrívast. Soleiðis skal eisini vera.

Men hvussu er við teimum, ið ikki sleppa fram at húsamarknaðinum? Jú, gamaní, skjótt man Havnin fara at líkjast Eysturberlin. Íbúðarblokkar, fíggjaðir av landinum, í nøkrum grannaløgum.

Heldur gongdin á, er skjótt, at tað kann býta fólk upp í sosialar bólkar – tey vælbjargaðu og tey minni múgvandi.

Stóri og heiti kærleiki sosialistanna “gevur” øðrum hvørjum føroyingi eina íbúð, sum onnur, sum knossast fyri at rinda fyri egin hús, eisini mugu gjalda fyri.

Men er tað so frálíkt? Leigan veksur, og skattur kemur omaná. Uppsparingin hjá Palleba og Marsannu hvørvur, og møguleikin at keypa hús við.

Eiga, ikki leiga

Tá ið føroyingar eiga hús, er framtíðin bjartari. Sum menniskju er okkum íborið at vilja eiga okkara egna. Vit vilja fegin eiga. Ikki einans fyri okkum sjálv, men eisini fyri eftirkomarar okkara.

Tá ið foreldur okkara vóru ung og leitaðu eftir bústaði, áttu 85 % av øllum føroyingum egið tak yvir høvdið, og hini 15 % høvdu hetta lívsmál. Tað vístu øll hagtøl og allar kanningar.

Føroyar trívast, tá ið komandi ættarlið hevur eitt gott bakland. Um øll leiga, leggja vit fót fyri komandi ættarliði. Tá ið foreldur hava ogn, eru tey betur før fyri at stuðla børnum sínum.

Jú meir sosialistarnir brúka, jú verri gerst trupulleikin

Tað tykist sum, trupulleikin versnar, jú meir pengar verða brúktir. Útboðið er avmarkað. Stóru verkætlanirnar skapa ein tilgjørdan eftirspurning, ið etur upp útboðið. Torført er hjá Palleba at sleppa framat. Gevst landið hinvegin við verkætlanunum, sleppur kappingin um arbeiðsmegi at javnviga. Í einum kappingarførum marknaði trívast Palleba og Marsanna og fáa keypt sær hús.

Tá ið landið steðgar sínum villu íbúðarverkætlanum (dømi: Glasir, H-bygningar o.a.), javnar húsamarknaðurin seg út aftur.

Lat føroyingin hava peningin í egnum lumma og sjálvan gera av, hvar hann fer.

Lat Palleba aftur sleppa fram at húsamarknaðinum og fáa føtur undir egið borð.

Eyðun Jákupsson Tausen, valevni fyri Fólkaflokkin

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

Í gjár kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

Í gjár kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46