Nú skúlarnir byrja aftur næsta mikudag, heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd á allar bilførarar um at hava vakið eyga við børnunum, sum eru á veg í skúla, og á heim aftur.
– Ansa serliga væl eftir teimum, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð, ljóðar tilmælið frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt varsemi, nú børnini fara í skúla aftur.
Mikudagin 13. august fara børnini aftur í skúla eftir summrferiuna. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.
– Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá ið skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin.
Serliga um hetta mundið kunnu tað vera fleiri børn í ferðsluni ið eru bæði smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit ansa væl eftir, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tey siga, at skelti verða hongd upp við skúlar fyri at minna bilførarar á, at tey smáu eru í ferðsluni.
Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey við bilar og aðra ferðslu.
– Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg í ferðsluni og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.
Tá ið barnið fer í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at uppføra seg í ferðsluni.
– Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tey siga eisini, at allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm, umframt at tey fáa kunning og góð ráð um, hvussu tey skulu gera.
Í heyst fáa tey yngstu eisini hvør sín vest, sum eisini er eitt endurskin. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.