Talan er um starvið sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og samstundis sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum. Umsóknarfreistin er 21. mai 2026.
Starvið fevnir um evstu ábyrgdina av føroyska sjúkrahúsverkinum og dagligu leiðsluna av Landssjúkrahúsinum. Talan er um eitt miðsavnað leiðslustarv við bæði strategiskari og praktiskari ábyrgd.
Stórt og komplekst heilsuverk
Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Samanlagt eru 169 sengur og umleið 1.200 ársverk. Árligi raksturin er umleið 1,2 milliardir krónur.
Á hvørjum ári eru umleið 12.000 innleggingar, 130.000 ambulantar viðgerðir og 5.000 skurðviðgerðir. Umleið 1.900 sjúklingar fáa viðgerð uttanlands.
Sjúkrahúsverkið hevur ein týðandi leiklut í føroyska heilsuverkinum og samstarvar við sjúkrahús og serfrøðingar uttanlands.
Krøv um leiðslu og menning
Nýggi stjórin fær ábyrgd av at leggja eina greiða strategiska kós og tryggja ein burðardyggan rakstur. Dentur verður lagdur á fakliga menning og skilagóða nýtslu av tilfeingi.
Samstundis skal stjórin styrkja fakligu góðskuna í viðgerðunum, tryggja sjúklingatrygd og menna samanhangandi sjúklingagongdir. Eisini er tað ein kjarnuuppgáva at tryggja rekruttering og menning av starvsfólki og at styrkja samstarv bæði innanlands og uttanlands.
Heilsuøkið er í støðugari menning. Tí verður dentur lagdur á evni at leiða broytingar og handfara vaksandi krøv og avmarkað tilfeingi.