Ongi úrslit

Heðin gestir í hundraðtali

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Ið hvussu er einir trýhundrað gestir mundu seinnapartin í gjár vera í føðingardegi hjá Heðini Mortensen, nú hann triðja páskadag fylti 80 ár og helt dagin við stórari móttøku á Hotel Hafnia, har borðreitt var við øllum góðum frá føroyska køkinum og øðrum við.


Millum gestirnar vóru bæði vinir, kenningar, familja, starvsfelagar, politiskir samstarvsfelagar og andstøðingar, so talan var um ein sera fjølbroyttan hóp av fólki, ið eisini avspeglaði Heðin sum persón, tí hann – sum eisini fleiri av røðarunum nevndu – telist millum teirra, ið dugir at fara um øll, óansæð hvussu høgt uppi ella langt niðri tey eru.


Aksel V. Johannesen, løgmaður, endurgav í røði síni “The Iron Lady”, Margareth Thatcher, fyri at siga, at “skalt tú hava okkurt sagt, bið so ein mann, men skalt tú hava okkurt gjørt, bið eina kvinnu”. Og so legði Aksel aftrat, at Thatcher neyvan mundi kenna Heðin, sum hann segði bera tey 80 árini so væl, at hann sá mestsum púra óslitin út.


Fleiri røður hildnar

Annita á Fríðriksmørk bar fram røðu frá Tórshavnar býráð, har hon vísti á, at Heðin við síni metlongu tilveru í býráðspolitikki altíð var fúsur at hjálpa teimum, ið enn vóru nýggj í politiska spælinum. Eisini vísti Albert Isfeldt í síni røðu á, hvussu íðin Heðin var, tá ið teir saman við øðrum arbeiddu við allarfyrstu ætlanunum um at fáa eitt virðiligt landsstadion í Havn.


Sjúrður Skaale kom í síni røðu inná, at Heðin ikki minst var kendur sum tann “ið fær tingini at henda”, og hann nevndi eisini endaleysu arbeiðsorkuna og hugflogið hjá føðingardagsbarninum, ikki minst í sambandi við val og valstríð, men prikaði Heðin við, at var hann eisini á listanum, hevði Javnaðarflokkurin fingið bæði fólkatingsumboðini.


Mest persónligu røðuna av øllum helt abbadóttirin, Karin Reginsdóttir Joensen, ið greiddi frá, hvussu nærverandi abbin kundi vera, hóast hann hevði sínar longu og strævnu arbeiðsdagar. Tá ið hann var heima og saman við familjuni, var hann altíð hundrað prosent til staðar, og altíð var hann klárur við eini hjálpandi hond, sama hvat tað ráddi um at fáa gjørt.


Heðin upp í manskórið

Móttøkan var eisini merkt av sangi og tónleiki, millum annað við klaverspæli frá Jógvani Olsen. Eisini settu fyrst Ólavur á Váli Olsen og síðani Guðrun Sólja Jacobsen saman við Janusi Kampmann sín dám á løtuna. Og at enda sang Tórshavnar Manskór tríggjar føroyskar sangir, har tað eydnaðist leiðaranum, Hanusi Joensen, til tann seinasta at lokka føðingardagsbarnið upp at syngja við.


Samanumtikið eitt gott føðingardagshald, ið Heðin Mortensen óivað mundi vera væl nøgdur við, nú so mong nýttu høvið at heilsa uppá. Fólk hugnaðu sær óført og suðið av livandi práti var mestsum alla tíðina at hoyra, og tað plagar at boða frá góðum hýri og hugna eina sovorðna løtu.

Sí myndir frá føðingardegnum her:

https://dimma.fo/grein/myndir-hedin-mortensen-80-ara-fodingardagur


Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46