Sigursvandastu feløgini í bestu landskappingini eru HB og KÍ. Í steypakappingini hevur HB vunnið 29 finalur, og øll hini feløgini hava tilsaman vunnið 39 finalur.
Í kvøld lagaði lutakastið seg soleiðis, at KÍ í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið fær vitjan av HB. Tað vil siga, at annað av hesum feløgunum longu í fyrsta umfari verður varpað úr steypakappingini.
Longu annan sunnudag, 14. apríl ella á summarmála, verður landskapingardystur í Gundadali millum HB og KÍ, og nakrar dagar seinni hittast somu feløg í steypadysti í Klaksvík.
Tað eru nógv ár síðani, at HB og KÍ hittust í steypafinalu. Tað var 17. juni 1998 á ovara vølli í Gundadali. Úrslitið var, at HB vann 2-0.
HB – KÍ 2-0 (0-0)
1-0: Hans á Lag 70.
2-0: Andrew av Fløtum 75.
Kaj Leo Holm Johannesen – Jan C. Dam, Hans Fróði Hansen, Hans á Lag, Bjarki Mohr (Jóhannis Joensen, 67.) – Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen (Rói Árting, 32.), Jens Erik Rasmussen – Súni Fríði Johannesen (Ingi Rasmussen, 88.), Andrew av Fløtum
Venjari: Ion Geolgau
KÍ: Gunnar á Steig – Harley Bertholdsen (Allan Joensen, 65.), Kurt Mørkøre, Jan Andreasen, John Ryan – Jan Joensen, Símun Waag Høgnesen, Marek Wierzbicki – Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni (Olgar Danielsen, 79.)
Venjari: Jóannes Jakobsen
Seinast KÍ og HB hittust í steypakappingini var í 1. umfari í 2020, sum orsakað av koronu ikki var fyrr enn 8. juli 2020. Dysturin var í Klaksvík og endaði 1-1. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá varð einki mál skorað. Í brotssparkskappingini vann HB 5-4.
Løgmanssteypið 2024
1.umfar
B36 – Skála
FC Suðuroy – TB
B68 – ÍF
EB/Streymur – 07 Vestur
B71 – AB
KÍ – HB
FC Hoyvík – Víkingur
Fjórðingsfinalur
NSÍ