Ongi úrslit

HB hevur selt Samuel til Finlands

Ungi miðverjin hevur skrivað undir sáttmála við finska felagið SJK Seinäjoki

Fríðmundur Nattestad
6. januar 2025 kl. 09:10

Søgur hava verið um tað í eina tíð, og í morgun váttar HB á Facebook, at felagið hevur selt Samuel Johansen Chukwudi til SJK Seinäjoki, sum spælir í bestu finsku deildini. Fíggjarligu viðurskiftini eru ikki almannakunngjørd.

- Vit ynskja Samuel alt tað besta í framtíðini, og eru eisini errin av, at vit enn einaferð senda ein av okkara ungu leikarum víðari út í heim, skrivar HB.

Samuel Johansen Chukwudi spældi 23 dystir í Betri Deildini fyri HB í farna kappingarári.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

Í gjár kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41