Millum spælararnar, sum HB síðani í fjør hevur mist, er miðverjin Samuel Johansen Chukwudi, sum er farin til Finnlands at spæla.
Nú seinnapartin boðar HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan útlendskan miðverja.
Talan er um Klavs Kramens, sum er ættaður úr Litava.
24 ára gamli miðverjin er 192 cm høgur, og í fjør spældi hann 17 dystir við Super Nova, sum er felag í bestu deildini í Litava.
Nýggi miðverjin hevur royndir úr bestu deildunum í bæði Litava og Lettlandi. Fyri nøkrum árum síðani var hann í nánd av U-21 landsliðnum, men hann er ikki skrásettur fyri at hava spælt landsdystir.