Higartil í ár hevur NSÍ álopið verið flúgvandi. 48 mál í 10 dystum sigur sína søgu.
Hóast NSÍ í níggjunda umfari var leikliga omaná ímóti KÍ, so fóru klaksvíkingar úr Runavík við 2-1 sigri.
Í kvøld hevði NSÍ vitjan av HB. Á krossmessu vann NSÍ 7-1 í Gundadali ímóti HB. Tí var NSÍ í kvøld favorittur á heimavølli. Eisini hóast André Olsen, sum tók við venjarastarvinum í HB eftir eyðmýkjandi tapið ímóti NSÍ, hevur vunnið 1-0 á útivølli ímóti Víkingi og megnað 1-1 á heimavølli ímóti KÍ.
HB vann 4-1 í Runavík í kvøld. Hetta var fyrsta ferðin í ár, tað fóru fýra mál ígjøgnum hjá NSÍ, og dystargongdin vísti, at nýggi HB venjarin André Olsen og toymið hjá honum, sum í gjár skrivaðu undir sáttmála við HB fram til kappingarlok, høvdu fyrireikað seg væl.
Liðformaðurin Viljormur Davidsen segði soleiðis eftir dystarlok í kvøld:
-Vit kendu okkum hava tak á tí, tá ið vit vóru komnir á odda. Tá var tað neyðugt hjá teimum at flyta nógv fólk fram, og so vistu vit, at tað var pláss í millumrúmunum og aftanfyri verjuna. Síðani venjaraskiftið hava vit fingið nýggjan íblástur, og vit hava fingið sjálvsálit og vita, at vit megna meiri, enn vit gjørdu fyrr í ár, og tað hava vit longu víst fleiri ferðir. Nú taka vit ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka, segði HB liðformaðurin Viljormur Davidsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum.
Tað eru fimm stig frá NSÍ, sum er næstfremst og aftur til HB, ið er á triðja plássi. HB fær hósdagin vitjan av Víkingi, og NSÍ fer leygardagin til Klaksvíkar. Úrslitini av hesum dystunum vera avgerandi fyri, hvussu tað fram ímóti summarsteðginum verður við spenninginum um heiðursmerkini og altjóða plássini.
KÍ styrkti um oddasessin við 5-0 sigri á útivølli ímóti TB. Líkindini at spæla vóru heilt vánalig, og eina løtu var ivi um, um tað bar til at halda fram at spæla. Árni Frederiksberg hevur síðstu tíðina verið skaðadarvaður og ikki førur fyri at spæla fulla tíð. Í dag var hann á vøllinum størsta partin av tíðini, og hann skoraði hattrikk við Stórá í Trongisvági. Miðvallarin Dávid B. Andreasen, sum hevur vunnið seg alt tættari føstum plássi á miðvøllinum, skoraði tvey KÍ mál.
Í fjør var Poul Kallsberg við 12 málum toppskorari hjá Víkingi. Inntil í dag hevði hann einki mál skorað í ár. Í dag skoraði hann hattrikk, tá ið Víkingur vann 3-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Tað styrkti um støðuna há Poul Kallsberg í landsliðshøpi. Eyðun Klakstein fer fyrrapartin í morgin at kunngera, hvørjum spælarum hann hevur sent boð eftir at vera við í vinadystinum á útivølli ímóti Georgia og í undankappingardystinum á heimavølli ímóti Gibraltar.
Innskifti Teit Hjelm skoraði málið hjá FC Suðuroy, sum var tað fimta hjá uppflytarunum í ár.
07 Vestur vann í dag 3-1 á heimavølli ímóti B68. Hetta var annað umfarið á rað, at 07 Vestur vann fulla úrtøku, og vágaliðið er nú omanfyri strikuna. Undir niðurflytingarstrikuni eru TB og FC Suðuroy.
Í gjár vóru báðir partar vónbrotnir, tá ið tað í Gundadali endaði málleyst millum B36 og EB/Streym. EB/Streymur misnýtti tvey brotsspørk, og teir í B36 kendu seg hava møguleika at skora sigursmálið, hóast teir í ein tíma vóru undirmannaðir.
https://in.fo/news-detail/myndirnsi-hb
https://in.fo/news-detail/myndir-javnleikur-i-gundadali-2
Víkingur – FC Suðuroy 3-1 (1-0)
1-0: Poul Kallsberg
2-0: Poul Kallsberg
3-0: Poul Kallsberg
3-1: Teit Hjelm
Dómari: Høgni Madsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson (Jónatan Lervig, 37.) – Sølvi Vatnhamar, Árni Nóa Atlason – Stefan Radosavljevic, Poul Kallsberg, Olaf Bárðarson – Jákup Johansen
NSÍ – HB 1-4 (0-1)
0-1: Heini Sørensen br 32.
0-2: Heini Sørensen
0-3: Sammy Skytte
1-3: Aron Knudsen
1-4: Bartal Páll Klein 92.
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Michal Przybylski, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Beinir Nolsøe (Markus Danielsen, 76.) – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Leivur F. Guttesen, Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen
07 Vestur – B68 3-1 (3-0)
1-0: Sonni Ragnar Nattestad
2-0: Mikkel Hyllegaard
3-0: Mikkel Hyllegaard
3-1: Sebastian Lau Nielsen
Dómari: Eiler Rasmussen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad – Casper G. Hansen, Filip Drinic, Mikkel Elbæk Jakobsen, Silas Gaard, Brage Prestmo Hyllegaard – Jonathan Timothy Flensborg, Mikkel Hyllegaard
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Fríði á Borg – Sebastian Lau Nielsen, Tóki á Lógv – Marjus Nón, Hanus Højgaard, Jóhan Josephsen – Martin Klein Joensen
B36 – EB/Streymur 0-0
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Pætur J. Petersen, Filip Djordjevic, Hannes Agnarsson – Brian Jakobsen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Debes Geyti, Mikkjal Hellisá, Virgar Jónsson, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Gutti Dahl-Olsen, 86.) – Jens Erik Bruhn, Búi Egilsson, Boubacar Dabo
TB – KÍ 0-5 (0-2)
0-1: Árni Frederiksberg
0-2: Dávid B. Andreasen
0-3: Dávid B. Andreasen 64.
0-4: Árni Frederiksberg
0-5: Árni Frederiksberg 89.
Dómari: Rúni Gaardbo
TB: Anders Tønnesen – Jóhan Renéson, Gilli Rólantsson Sørensen, Ndendé Adama Guéye, Ragnar Joensen – Mikal Tummasarson, Samudeen Musah, Amidou Diop, Mattias Djurhuus, Mohamed Samba – Aron Arnholdsson
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Deni Pavlovic - Martin Rodrigo Gonzalez, Jákup B. Andreasen, Dávid B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Patrik Johannesen, Jonn Johannesen
KÍ | 11 | 10 | 1 | 0 | 38 | 5 | 31 |
NSÍ | 11 | 9 | 0 | 2 | 49 | 13 | 27 |
HB | 11 | 7 | 1 | 3 | 24 | 21 | 22 |
Víkingur | 11 | 5 | 2 | 4 | 13 | 11 | 17 |
B36 | 11 | 5 | 2 | 4 | 16 | 15 | 17 |
EB/Streymur | 11 | 4 | 2 | 5 | 11 | 19 | 14 |
B68 | 11 | 3 | 2 | 6 | 11 | 25 | 11 |
07 Vestur | 11 | 2 | 1 | 8 | 15 | 20 | 7 |
FC Suðuroy | 11 | 2 | 0 | 9 | 5 | 27 | 6 |
TB | 11 | 1 | 3 | 7 | 9 | 35 | 6 |
12. umfar
Hósdagin 29. mai – Kristi himmalferðardag
HB – Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00
Leygardagin 31. mai
KÍ – NSÍ: kl. 19.00
EB/Streymur – 07 Vestur: kl. 17.15
B68 – TB: kl. 17.15
FC Suðuroy – B36: kl. 15.00