Ongi úrslit

Hava skotið iranska dronu niður

Talan var um eina Shahed-139 dronu

Jóhanna Højgaard
3. februar kl. 19:00

Amerikanski herurin skeyt týsdagin niður eina iranska dronu, sum nærkaðist amerikanska hangarskipinum Abraham Lincoln í Arabiska havinum.

Tað sigur ein amerikanskur embætismaður við Reuters.

Talan var um eina Shahed-139 dronu, sum var skotin niður av einum amerikanskum F-35 flogfari.

Ábraham Lincoln stevndi móti Iran í januar.

Donald Trump, forseti, hevði áður hótt Iran við hernaðarligum tiltøkum, iransk ​​sivilfólk vóru dripin, undir mótmælisgongum móti iranska prestastýrinum.

Trump hevur síðani tikið sínar hóttanir aftur og hótti í staðin við álopum, um landið ikki tekur undir við at samráðast um kjarnorkuavtalu.

Arabiska havið, har dronan var skotin niður, liggur millum Arabisku hálvoynna og India.

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14