Ongi úrslit

Hava sagt nei í 10 ár - nú er tað samtykt

Býráðslimir í Havn fara nú at fáa koyripengar, men men býráðslimir eru ikki samdir í um teir skulu hava koyripengar, ella ikki

Áki Bertholdsen
28. mai kl. 10:41

Nú fara býráðslimir í Havn at fáa koyripengar fyri at koyra ímillum heim og bústað í sambandi við býráðsfundir og nevndarfundir.

Her er talan um býráðslimir sum búgva minst 15 kilometrar uttan fyri Havnina.

Hetta er sama mark, sum er galdandi fyri at fáa ferðastuðul frá tí almenna - og hetta verður bara galdandi fyri teir býráðslimir, sum ikki frammanundan fáa koyripengar frá tí almenna.

Bygdirnar í kommununi, hetta er galdandi fyri, eru Norðadalur, Kirkjubøur, Kaldbak, Langasandur, Syðradalur, Oyrareingir og Við Sjógv í Kollafjørði.

Mett verður, at tilsamans skulu býráðslimir fáa koyripengar fyri 52 fundir um árið í býráðnum og í nevndum
Higartil hava býráðslimir, sum búgva uttan fyri Havnina, ikki fingið koyripengar í sambandi fundir.

Tað er tí, at Taks hevur mett, at tað eru bara løntakarar, sum hava rætt til koyripengar. Hinvegin fáa býráðslimir ikki løn. Teir fáa samsýning, og tí eru teir ikki løntakarar.

Men nú hevur Taks broytt støðu, tó nú verður mett, at eisini býráðslimir koma undir reglurnar um koyripengar.

Men tað var stór ósemja í býráðnum um málið - og kjakið bleiv eisini eitt sindur persónligt.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan, heldur, at hetta er langt úti. Hann sigur, at hetta er eitt mál, sum hevur verið frammi av og á í eini 10 ár, men tað hevur ongantíð verið undirtøka fyri tí.

Hann vísti á, at sum støðan er nú, er tað bara ein býráðslimur, sum fær ágóðan av hesum, nevniliga Bergur Robert Dam Joensen.

Hann sigur, at eingin onnur kommuna hevur eina slíka skipan um koyripengar.

Annfinn Brekkstein heldur, at tað er undarligt, at meirilutin í býráðnum tekur eitt mál fram, sum bara ein býráðslimur fær ágóðan av.

Hann vísir eisini á, at sjálvur hevur hann líka stórar útreiðslur av at koyra av Velbastað til Havnar - men hann býr innan fyri mark, so hann fær ongar koyripengar - og hann tekur ikki undir við, at munur verður gjørdur á býráðslimum.

Kristianna Winther Poulsen heldur, at tað er skeivt at seta tað soleiðis upp, tí hetta er ein spurningur um, hvussu langt ein býráðslimur hevur at koyra til arbeiðis og hon heldur at. tað er rætt, at teir býráðslimir, sum hava langt at koyra, eisini fáa koyripengar fyri tað.

Bergur Robert Dam Joensen helt, at vaksin átti at dugað at sæð, hvat vendur upp og hvat vendir niður og tí hevði hann vónað at sleppa undan, at málið varð gjørt persónligt.

– Hann vísir á, at hetta ein niðurstøða frá Taks, sum hevur tulkað reglurnar av nýggjum. Og tað er somuleiðis Taks, sum hevur ásett markið til 15 kilometrar, og ikki býráðið - og hetta er bara ein spurningur um at javntseta øll, sigur hann.

– Og tað er eingin, sum veit, um eg eri í býráðnum í morgin - og tað koma eisini aðrir býáðslimir úr útjaðaranum í Tórshavnar kommunu, helt hann fyri.

Úrslitið var at ein meiriluti av býráðnum atkvøddi fyri tí. Teir vóru Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Kristianna Winther Poulsen, Bergur Robert Dam Jensen og Guttormur í Skála

Hinvegin atkvøddi Annfinn Brekkstein, Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson, ímóti og  Høgni Vilhelmsen, og Birgir Nielsen, atkvøddu blankt.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00