Ongi úrslit

Hava reist eitt mál um at hótta fleiri løgtingslimir

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Sum vit áður hava skrivað, hava politikarar, sum atkvøddu fyri lógina um fría fosturtøku, fingið hóttanarbrøv.

Løgreglan brúkti eitt sindur av tíð upp á at samla tilfarið saman og at taka støðu til, hvussu farast skuldi fram.

Løgreglan sigur, at nú er eitt mál reist um hóttanir ímóti politikarum.

Løgreglan sigur, at allir 17 tinglimirnir, sum atkvøddu fyri málinum um fría fosturtøku, hava fingið somu boð, ið kunnu skiljast sum eitt hóttan eftir lívinum.

Í boðunum stendur, at »It i just to kill a child murderer«. Tað kann týðast til okkurt sum, at »tað er lov at drepa ein barnamordara«.

Løgreglan veit hvør tað er, sum hevur sent boðini. Talan er ikki um ein føroying, men um ein danskara, sum bæði er heimleysur og hevur sálarligar trupulleikar. Hann er kendur í ymsum skipanum í Danmark.

Løgreglan sigur, at nú hava tey so stovnað eitt mál um hóttanir ímóti politikarum. Men avgerð er kortini ikki tikin um, hvussu farast skal fram.

Løgreglan sigur, at av tí at talan er um at hótta politikarar, skal danska fregnartænastan eisini upp í málið.

Nú bíða vit eftir eini løgfrøðiligari meting um, hvussu farast skal fram, sigur løgreglan.

Av tí sama er maðurin heldur ikki skuldsettur enn.

Mest lisið hesa vikuna

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31