Ongi úrslit

Hava ongantíð rindað so lítið fyri skaðar

Áki Bertholdsen
15. august kl. 07:37

Ùrslitið hjá tryggingarfelagnum, Trygd, hevur verið gott fyrra hálvár í ár. Orsøkin til tað er, at tey hava ongantíð áður rindað so lítið fyri skaðar sum í fyrra hálvári í ár

Eingin heilt stórur skaði varð fráboðaður, og eingin skaðaódn av álvara hevur verið higartil í ár, sigur felagið

Úrslitið eftir skatt gjørdist 18,9 milliónir sum er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá úrslitið var 8,1 milliónir eftir skatt.

Hóast tryggingarvirksemið er økt vóru skaðaendurgjøldini í fyrra hálvári tey lægstu í fleiri ár, og tað er hetta, ið sæst aftur í góða úrslitinum.

Á Trygd fegnast tey um góða úrslitið og tey gleðast eisini vegna kundarnar, sum ikki hava verið raktir av líka nógvum skaðum sum undanfarin ár.

Á trygd eru tey eisini bjartskygd um restina av árininum og tey vænta eina støðuna framgongd.

en tey vænta tó ikki, at gongdin við metlágum skaðaútreiðslum fer at halda fram restina av árinum.

Tað hava verið óvanliga fáir skaðar, men nú stendur heystið fyri durum. Vandin fyri skaðaódnum er størst um heystið og veturin.

Harumframt kunnu aðrir stórir skaðar henda, og tí er enn ov tíðliga at siga, hvussu árið fer at hilnast, siga tey í Trygd.

 Roknskapurin í stuttum

• Hálvársúrslitið eftir skatt gjørdist 18,9 milliónir, samanborið við 8,1 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

• Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum vóru 115,2 milliónir,. samanborið við 111,9 milliónir, sama tíðarskeið í fjør.

• Skaðaendurgjøldini vóru tilsamans 46,5 milliónir, samanborið við 58,8 milliónir, sama

tíðarskeið í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57