Fríggjadagin var heiðursløta í Skúlanum við Streymin, har Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingismálum, handaði fýra limum í Sunda Sløkkiliði silvurheiðurstekin fyri trúgva tænastu.
Teir fýra sløkkiliðsmenninir vóru:
Jón Láadal, 33 ár í Sunda Sløkkiliði
Símun Niclasen, 32 ár í Sunda Sløkkiliði
Helgi Elttør, 31 ár í Sunda Sløkkiliði
Magnus Madsen, 27 ár í tilbúgving í Føroyum, harav tilbúgvingarleiðari í Sunda sløkkiliði síðani oktobur í fjør.
Harumframt fingu øll sløkkiliðsfólkini ein jakka í gávu frá kommununi.
– Takk fyri tykkara trúgvu tænastu, tykkara styrki og tykkara áhaldni, segði landsstýrismaðurin millum annað til løtuna, har familja, vinir og onnur sløkkiliðsfólk eisini vóru komin at heiðra teimum fýra.
Tá ið fólk rýma undir tak í skjól undan illveðri, fara hesir út til arbeiðius - og tá ið fólk fara út úr einum eldi, fara hesir inn í eldin, segði borgarstjórin.