Heilsufrøðiliga Starvstovan ávarar nú ímóti einum slagi av kipsi, sum hevur verið at fáa í Føroyum. Talan er um tríggjar sendingar av Lay´s Bulges chips, sum ávarað verður ímóti.
Heilt ítøkiliga er talan um:
Lay's Bugles original 125 g (EAN-nummer 8710398502636)
Lay's Bugles original 160 g (EAN-nummer 8710398505262)
Lay's Bugles nacho cheese 125 g (EAN-nummer 8710398502308)
Talan er um pakkar, sum eru best fyri 22.11.2025
Orsøkin er, at tað er staðfest, at tað er ov nógv av dálkingarevnunum MOAH og MOSH í kipsinum. MOAH og MOSH er mineralsk olja, sum eisini verður brúkt í summari matvøruframleiðslu
Kortini verður dentur lagdur á, at tað er eingin beinleiðis vandi á ferð, tí tað er ikki fyrrenn ein hevur fingið nógv av hesum evnum í sær í langa tíð, at tað verður heilsuskaðilgt. Sostatt er tað vandaleyst at hava etið ein pakka ella tveir.
Men av tí, at hesi evnini kunnu elva til heilsuskaðar í longdini, í ringasta føri krabbamein, er matvørur við ov nógvum av hesum evnum í, ikki fólkamatur.
Liggur onkur inni við hesum kipsinum, mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at tað verður koyrt í skrell, ella borið aftur í handilin, haðani tað er keypt.