Tað er bráðneyðugt hjá politikarum at seta umfatandi nýskipanir og sparingar í verk fyri at fáa búskapin haldføran.
Tað er ein boðskapur hjá Búskaparráðnum, nú tey hava lagt eina nýggja frágreiðng fram beint nú.
Sum gongdin er beint nú, er støðan tann, at núlivandi ættarlið senda rokningina víðari til okkara eftirkomarar.
Sum gongdin er nú, fara undirskotini bara at veksa og verða eingi tiltøk sett í verk, fara umleið tvær milliardur fara at mangla í - um árið.
Men Búskaparráðið sigur, at enn er eingin politikara havt nakað boð upp á, hvusu ætlanin er at fáa haldføri í búskapin aftur.
Hinvegin er ætlanin at bora ein tunnil til Suðuroyar, áðrenn trupulleikin við haldførinum er loystur.
Tað er ábyrgdarleyst, sigur Búskaparráðið.
Nøkur uppskot um sparingar
– Tað eru 55.000 fólk í Føroyum, men vit hava 29 kommunur. Í Grønlandi har fólkatalið er áleið tað saman, eru bara fimm kommunur. Í Danmark eru 98 kommunur, har tað í miðal búgva 55.000 fólk í hvørjari kommunu.
– Bæði eldraøkið og dagstovnaøkið liggja hjá kommununum. Kommunurnar eru sera ymiskar, bæði í stødd, aldursamanseting og inntøkugrundarlagi.
Tí er neyðugt at endurskoða skipanina tí allar kommunur fara helst ikki at megna trýstið á vælferðartænasturnar.
Tí er tað best at lækka talið á kommunum, soleiðis at umsitingin í hvørjari kommunu verður sterkari, og fíggjarliga rásarúmið til at taka sær av dagstovna- og eldraøkinum batnar.
Fiskiskapurin undir Føroyum hevur ikki borið seg í langa tíð, hóast tað hevur gingið betri í 2025. Neyðugt er at gera seta tiltøk í verk, so at hon aftur verður lønandi. Tað kann gerast við at fara frá at brúka fiskidagar at stýra við til kvotur og at fáa kvotur ístaðin, tí tá er tað lættari at stýra fiskiskapinum og veiðitrýstinum.
– Eitt nú eru trý sjúkrahús í Føroyum til 55.000 fólk og tað verður neyðugt er at taka óneyðugar dupultfunktiónir burtur á hesum øki.
Í Føroyum eru nógvir smáir stovnar. Í Føroyum er 39 fólkaskúlar, har nætan helvtin, ella 15 skúlar, hava færri enn 40 børn.
– Nógvir smáir stovnar eru í almannaverkinum, og á heili 11 stovnum eru bara 1-2 búfólk og tað eru 38 stovnar við færri enn 10 búfólkum.
– Tað er bara ein stovnur undir almannaverkinum sum hevur fleiri enn 30 búfólk, sigur Búskaparráðið.
Á eldraøkinum, eru tilsamans 30 stovnar og á 18 av hesum stovnum eru færri enn 20 búfólk.
Smáir stovnar eru væl dýrari at reka og harafturat krevja smáir stovnar eitt
hægri starvsfólkatal fyri hvørt búfólk samanborið við, um stovnarnir vóru størri.
Longu í dag er tað ringt at manna øll størvini á eldra- og almennaøkinum.
Tað eru eisini nógvir smáir, almennir stovnar.
Tilsamans eru 73 landsstovnar í Føroyum og á 36 á teimum eru færri enn 20 fulltíðarstørv - og á 50 stovnum eru færri enn 40 fulltíðartørv