Nú er meiri enn eitt ár síðani, at Løgtingið samtykti, at vit skuldu hava eitt brekumboð í Føroyum.
Men starvið hevur ikki verið lýst leyst og tað hevur eisini elvt til ørkymlan hjá teimum, sum vara av fólki við breki.
Men nú verður tað, tí í dag verður lýst eftir brekumboði. Hetta er Føroya fyrsta brekumboð endamálið er at styrkja rættindi og lívskor hjá fólki við breki.
Uppgávan hjá brekumboðnum er at hava eftirlit við, at lóggáva, tænastur og tilboð, eru í samsvari við breksáttmálan.
Uppgávan er eisini at veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, og at birta kjak um viðurskifti, sum hava týdning fyri fólk við breki.
Brekumboðið skal eisini virka fyri, at røddin hjá fólki við breki verður týðiligari.
Umboðið kann ikki taka avgerðir í einstøkum málum, men hevur heimild at siga sína hugsan um viðkomandi viðurskifti alment, sigur Landsstýrið.
Brekumboðið eina ráðgevandi nevnd afturat sær, men tað kann eisini seta fólk í starv og taka serligan sakkunnleika við í arbeiði sítt.
Brekumboðið skal hava viðkomandi útbúgving á kandidatstøði ella líknandi og góðan kunnleika til viðurskifti, sum serliga eru viðkomandi fyri fólk við breki.
Kunnleiki og starvsroyndir við mannarættindasáttmálum, kann vera ein fyrimunur, eins og kunnleiki til arbeiðið hjá feløgum, ið umboða fólk við breki, kann vera ein fyrimunur.
Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár, men møguleiki er kortini fyri at sita longri. Brekumboðið skal halda til í Klaksvík og starvið verður sett frá 1. oktobur, ella eftir nærri avtalu.
Brekumboðið er óheft av landsstýrinum, tó er tað landsstýrismaðurin í almannamálum, ið setur og loysir Brekumboðið úr starvi.