Tveir amerikanskir kongreslimur hevur avdúkað nøvnini á seks monnum í Jeffrey Epstein-skjølunum, hvørs samleiki var sensureraður tá skjølini fyrst vóru almannakunngjørd.
Jeffrey Epstein saman við Leslie Wexner
Har ímillum er amerikanski milliarderurin Leslie Wexner, fyrrverandi eigarin av Victoria's secret, nevndur. Hann var eftir øllum at døma, kallaður ein samspælari hjá Epstein av FBI í 2019.
Løgmálaráðið lovaði mánadagin limum í kongressini, at síggja óredigeraðu skjølini á høvuðssætinum í Washington, DC. Tey síggja tey á teldum, og kunnu ikki hava nakað elektroniskt amboð við sær. Tey hava tí bert loyvi at taka notur, og kunnu ikki gera nøkur elektronisk avrit .
Sultan Ahmed bin Sulayem
Ein annar av monnunum, sum Khanna nevndi, var Sultan Ahmed bin Sulayem, eitt av teimum mest valdsmiklu og væl tengdu fólkunum í Dubai.
Ahmed hevði samskifti við Epstein í áravís, bæði áðrenn og aftaná at Epstein í 2008 játtaði seg sekan í skøkjuvirksemi við persónum undir 18 ár.
Við at taka burtur sensurin staðfestis eisini, at teldupost-adressan hjá bin Sulayem var brúkt í einum brævaskifti við Epstein, har Epstein viðmerkti: Eg elskaði tortur-videobrotið.
Tað er ikki greitt, hvat umrødda videobrotið vísir, ella hvønn leiklut Sulayem hevur í tí. Men sambært Massie áttu upplýsingarnar ikki at verið hildnar fyri almenninginum.
- Fram til í kvøld visti eingin, hvør hevði sent torturvideoið til Epstein.
Lógin krevur, at upplýsingar um offur verða sensureraðar, ikki upplýsingar um menn sum sendu Epstein torturporno, skrivar hann.
Demokratiski kongreslimurin Ro Khanna segði í gjár, at hann nevnir menninar, eftir at hava brúkt tveir tímar uppá at viðgera ósensureraðu skjølini saman við republikanska kongresliminum Thomas Massie. Hettar hendi undir eini sýning, sum amerikanska rættarmálaráðið skipaði fyri.
-Vit funnu seks menn innan tveir tímar. Ímynda tær so, hvussu nógvir menn tey kunnu goyma í øllum teimum trimum milliónum skjølunum, segði Khanna.
Hann segði eisini at embætisfólk í rættarmálaráðnum viðgingu síni mistøk, tá hann og Massie løgdu teimum fram, óhóskandi sensoreringar av nøvnunum á monnunum.
Hinir fýra menninir á listanum eru: Salvatore Nuara, Zurab Mikeladze, Leonic Leonov og Nicola Caputo.