Ongi úrslit

HáTrýsT á hásummri

HáTrýsT
5. juli 2025 kl. 12:00

Listagrafikkur í Smiðjuni 4. - 8. Juli

Fríggjadagin 4. juli letur listabólkurin HáTrýsT upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Verkini eru grafisk listaprent í fjølbroyttari tøkni og líka fjølbroyttum myndevnum frá abstraktum úttrykkum til figurativ myndevni, har áskoðarin kennir seg aftur á útvaldum støðum.

Vit vita, at liggjandi hátrýst oftast hava góðveður við sær og tær fimm, Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Rakel Helmsdal og Rikke Bak fara at syrgja fyri, at líkamikið hvussu veðrið er úti, so verður HáTrýsT inni í Smiðjuni í døgunum 4. til og við 8. juli.

Til ber at ogna sær verk ella bara koma framvið og fáa eitt prát um list og listagrafikk, tí allar fimm brenna fyri grafikki og hava altíð hug at práta um listagrafiskar teknikkir.

Ferniseringin verður fríggjadagin 4. juli kl. 16.

Framsýningin er opin:

Fríggjadag 16.00 - 19.00

Leygardag 11.00 - 17.00

Sunnudag 14.00 - 18.00

Mánadag 13.00 - 18.00

Týsdag 13.00 - 18.00

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

15 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42