Sunnumorgunin fingu vit boðini, at Jan Tausen Zachariassen, pápabeiggi, hevði drigið andan á seinasta sinni og var farin heim til Harran.
Jan var ein einastandandi fittur, eyðmjúkur og mildur persónur. Hann fekk onnur at kenna seg væl og var skemtingarsamur og hjartagóður. Jan fylgdi sera væl við vísti stóran áhuga fyri okkum øllum í familjuni. Tað var ikki ein hending, árstal ella føðingardagur, hann ikki mintist til og viðmerkti. Jan, sum sjálvur var deyvur, gjørdi eitt stórt trúðboðanararbeiði ímillum tey deyvu.
Eg havi so góð og heit minnir um Jan og fari at minnast hann við stórum takksemi og kærleika. Eg gleði meg at síggja hann aftur ein dag.
Jesus veri hjá tær í sorgini Anne Maria Leosdatter Zachariassen.
Á ovaru myndini sita øll tey deyvu systkini hjá pápa í køkinum hjá ommu og abba: Hallbjørg, Arnbjørg Antonisen, Jan, omma í miðjuni, Marni, Hermundur. Nú er bara Arnbjørg eftir av teimum.

Á niðaru myndini sita beiggjarnir: Pápi, Hermundur, Zacharias, Marni og Jan. Nú er bara pápi eftir.