Hann fekk lítla gleði av koyrikortinum

Løgreglan gjørdi fersðlukanningar í gjár

Áki Bertholdsen
26. oktober 2024 kl. 09:30

Í gjár var løgreglan á einum vegastrekki uttan fyri Kollafjarðartunnilin og kannaði ferðsluna.

Tey vóru á strekkinum ímillum tunnilsmunnan og rundkoyringina í Kollaførði og har vórðu tveir bilførarar tiknir.

Har er loyvt at koyra 80, men teir báðir koyrdu alt ov skjótt, tí teir koyrdu heilar 115 kilometrar um tíman.

Sostatt misti annar bilførarin koyrikortið treytað, so hann má upp til nýggja roynd í næstum, annars missur hann tað heilt.

Verri var hjá hinum bilføraranum, tí hann fekk koyriforboð og misti koyrikortið á staðnum. Tað er tí at hann hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár.

Tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikort, er ein royndartíð og tá skal minni til fyri at missa tað. Hesin hevði bara havt koyrikort í eitt ár, so hann fekk ikki nógva gleði av tí.

Annars hendi eitt ferðsluóhapp í Hoyvík í gjár har ein bilur rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri.

Men ferðin var ikki nógv og fólkaskaði var eingin og bilarnir fingu heldur ikki stórvegis skaða.

Men bilførarin á aftara bilinum verður skuldsettur fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri, so tað kostar honum eina bót, umframt eitt klipp í koyrikortið.