Verður Suðuroyartunnilin ikki gjørdur nú, verði eg ikki longur ein partur av samgonguni.
Tað ger Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, púra greitt í morgun.
Sum vit skrivaðu í áðni hevur Bjarni Hammer gjørt Løgtinginum greitt, at verður Suðuroyartunnilin blokeraður nú fer hann eisini at blokera øll onnur mál.
Tað kanst tú lesa meiri um her: https://www.dimma.fo/grein/hottir-vid-at-blokera-oll-mal-i-logtinginum
Aftur í morgun staðfestir Bjarni Hammer, at tað var ikki í sinnismuni at hann tók so harðliga til í Løgtinginum í gjár. Tvørtur ímóti stendur hann við hvørt orð, tí Suðuroyartunnilin er tað størsta málið fyri suðuroyingar yvirhøvur.
Bjarni Hammer er eisini til reiðar at offra alt sítt politiska lív fyri tunnilin.
– Eg havi gjørt greitt, at eg verið ikki ein partur av eini samgongu, sum ikki vil gera Suðuroyartunnilin beinanvegin, sigur hann.
Tí skal hann gerast - og hann skal gerast NÚ so tað kemur ikki upp á tal at útseta hann í nøkur ár, ella nakað sovorðið, leggur hann afturat.
– Tá ið fyrireikandi kanningarnar eru lidnar, skal arbeiðið halda fram uttan íhald, sigur Bjarni Hammer.
Hann ivast eisini í, at allir hinir tinglimirnir í Suðuroy verða samdir við honum í, at vil Løgtingið ikki gera tunnilin nú, verða øll onnur mál blokerað í Løgtinginum.
Hann sigur, at gongdin í Suðuroy er bara ein veg, og tað er niðureftir og tí er tað avgerðandi, at vit fáa tunnilin nú, sigur Bjarni Hammer.
Tí sigur hann eisini, at tað verður neyðugt at fara undir at seta pening av til endamálið beinanvegin til at seta sjøtul á arbeiðið.
– Eg havi gjørt støðina upp við meg sjálvan í hesum máli, tí tunnilin er tað einasta, sum kann bjarga Suðuroynni, sigur Bjarni Hammer.
– Fólk norðaneftir, sum skulu til Suðuroyar einaferð um árið, stúra fyri at fara, tí tey tora ikki við Smyrli. Tey hava hug at gloyma, hvussu »vanvittiga« gott tey hava tað, afturímóti suðuroyingum, ið hava Smyril sum einasta samband.