Ongi úrslit

Hann avsannar at atkvøðugreiðslan varð skeiv

Fleiri sjónvarpsrásir vilja hava atkvøðurnar kannaðar

Martin Green
Jóhanna Højgaard
25. mai kl. 20:50

Stjórin á Eurovision Martin Green, avsannar nù í einum opnum brævi sum var almannakunngjørt fríggjadagin, at atkvøðugreiðslan til ársins Eurovision var skeiv.

Hann er harmur um at ákærurnar um atkvøðusvik, skullu standa í vegin fyri sigurin hjá Eysturríki.

Fleiri sjónvarpsstøðir stóðu framm við tí uppáhaldi, at atkvøðurnar vóru manipuleraðar á einhvønn hátt. Tær vilja hava úrslitið kanna.

Ísrael var best uttan dómsnevndarstig og hevði tí vunnið so syngjandi, bókstaviliga, um tað vara var upp til áskoðararnar sjálvar.

Men JJ úr Eysturríki fekk flest stig samanlagt, tá atkvøðurnar hjá hyggjarunum, vórðu lagdar saman við teimum hjá dómsnevnduni.

Martin Green heldur eisini at úrslitið skaæ finnast í øllum Ísraelum sum eru útisetar.

-Allar almennar veljarakanningar vísa tekin um, at samfeløg og diasporair stuðla ávísum luttakarum, skrivar hann.

Orðið diaspora, lýsir ein bólk av fólki sum búgva uttan fyri heimlandið, og sum eru knýtt saman gjøgnum teirra felags sambond og átrúnað

Sambært donsku orðabókini verður orðið eisini nýtt meira neyvt, at vísa til tvungnar ella sjálvbodnar jødiskar niðursetubygdir uttan fyri Ísrael.


Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00