Ongi úrslit

Handilsvinnan er meiri bjartskygd

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent

hagstova.fo
5 tímar síðan

Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, er hækkað eitt vet. Handilsvinnan er meira bjartskygd og húsarhaldini meta, at fíggjarliga støðan verður betur um eitt ár sammett við í dag, men ávísin fyri byggivinnuna lækkar.

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum. 

 

 Konjunkturbarometrið er nú 11. Tað er minni enn langtíðarmiðal, sum er 14. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Talvan niðanfyri vísir ávísan fyri hvørja konjunkturkanning sær.

 https://hagstova.fo/fo/tidindi/handilsvinnan-er-meira-bjartskygd

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14

Hevur seks túrar um dagin til Nólsoyar - vil hava broyting í

6. februar kl. 11:39