Donald Trump hevur sagt at Hamas noyðist at avvápna seg eftir at ivi hevur tikið seg upp, um bólkurin hevur hildið sín part av friðarsemjuni síðani hon var undirskrivað.
Hamas hevur avrættað átta fólk alment og eisini verið í blóðigum samanbrestum við einum lokalum ættarbólki. Síðani mánadagin hava í minsta lagi 30 fólk latið lív.
Hossam al-Astal, sum er ein militsleiðari, sum er stuðlaður av Ísrael í Khan Younis har suðuri í Gaza, biður restina av heiminum um at verja palestinar móti Hamas. Tað ger hann í einum videobroti, sum Times of Israel hevur fingið.
- Hamas drepur hundraðtals børn, kvinnur, ung og eldri fólk. Vit eru farin beinleiðis frá at vera í hernaðarstríði til at vera í stríði móti yvirgangsmonnum, sigur hann og leggur afturat, at hann ikki berjist móti teimun fyri at koma til valdið.
Í samrøðu við tíðindafólk týsdagin segði Donald Trump:
-Um teir ikki avvápna, so avvápna vit teir, og tað fer at henda skjótt og kanska harðliga.
Eitt av punktunum í friðarsemjuni er, at Hamas skal avvápnast og trekkja seg úr landinum, ella binda seg at liva í friði millum onnur.
Fyrr í vikuni viðgekk Trump tó, at Hamas fór at hava ein avmarkaðan leiklut í at varðveita skil og ordan eina stutta tíð.