Tað verður Hallur Hansson, sum verður liðformaður, tá ið Føroyar í annaðkvøld á Tórsvølli fara at spæla ímóti Gibraltar
Fyri liðformannin, sum hóskvøldið í Georgia var á landsliðnum fyri 75. ferð, er talan um merkisverdan dyst, tí hetta er fyrsta ferðin síðani 11. juni í 2022, at hann fer at spæla á heimavølli. Ta ferðina var Litava mótstøðuliðið í UEFA Nations League, og Føroyar vunnu 2-1. Hallur, sum tá umboðaði KR í Reykjavík, avloysti miðskeiðis í seinna hálvleiki Jákup B. Andreasen.
Síðani tá hevur Hallur verið illa darvaður av knæskaða. Hann spældi ikki í meiri enn eitt ár. Í ár hevur hann av álvara vunnið førleikan aftur, og nú er hann aftur liðformaður á landsliðnum:
-Undir longu uppvenjingini ivaðist eg í, um tað fór at eydnast aftur at spæla á landsliðnum. Tað kennist stórt at umboða føðilandið, og tí eri eg ógvuliga fegin um í morgin at fáa loyvi til aftur at spæla á Tórsvølli. Vit eru favorittar, og eg havi góða kenslu um, at tað fer at eyndast at vinna, sigur liðformaðurin í samrøðu við dimma.fo.
Fyrsta ferðin yvirhøvur, at Hallur var á landsliðnum, var 11. mars í 2011, tá ið Føroyar við Brian Kerr sum venjara vóru á venjingarlegu í Spania. Talan var um óalmennan landsdyst ímóti Gibraltar, sum vann 3-0. Tá var talan um eyðmýking.
Trý ár seinni, 1. mars í 2014, vendi tað heilt øðrvísi. Tá vunnu Føroyar 4-1 í Gibraltar, og Hallur Hansson skoraði til 3-1.
Nú snýr tað seg um Gibraltar í annaðkvøld, og Hallur Hansson heldur, at tað er øll orsøk at rokna við góðum føroyskum avriki.
-Kappingin er stór um plássini á liðnum. Kanska hevur støðið ongantíð verið hægri, enn tað nú er, og tað gongur ikki, um tú ikki hevur fokus á rætta staðnum og gevur teg fult og heilt. Vit hava royndirnar, sum skulu til, og eingin hevur orsøk at undirmeta Gibraltar. Talan verður um javnan dyst, sum vit hava møguleika at vinna, og tað ætla vit okkum at gera, sigur Hallur Hansson liðformaður á landsliðnum, sum 2. hvítusunnukvøld klokkan 19.45 fer at spæla ímóti Gibraltar á Tórsvølli.