Ongi úrslit

Halda fram sum høvuðsstuðlar

Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar, vinstrumegin, og Pætur Trónd, stjóri á Hotel Hafnia og Hotel Brandan
Áki Bertholdsen
11. mars kl. 15:04

Nú er gjørt av, at Hotel Hafnia og Hotel Brandan halda fram sum høvuðsstuðlar hjá Parasport Føroyum í ár.

Avtala um tað er skrivað undir fyrr í dag og er galdandi í eitt ár.

Hotel Hafnia hevur í longri tíð verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyum, og við nýggju avtaluni heldur samstarvið fram.

Avtalan er ein stuðul til arbeiðið hjá Parasport Føroyum at skapa fleiri møguleikar fyri, at fólk við breki kunnu íðka ítrótt og vera partur av ítróttarfelagsskapinum, sigur Parasport Føroyar í tíðindaskrivi.

– Tað hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum í skrivinum.

Parasport Føroyar arbeiðir út frá hugsjónini, at øll skulu hava møguleika at íðka ítrótt.

– Tað snýr seg um at skapa góðar karmar, so fólk, uttan mun til kropsligar førleikar ella menningartarn, kunnu vera virkin í ítrótti.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10