Guðsynirnir hjá Iggy Pop stoyptu seg upp á ovastu rók

Sement 2021: Tað vóru Joe & the Shitboys, sum vunnu tónleikakappingina, Sement. Tina gjørdist nummar tvey, meðan High Moon bleiv nummar trý. Og so var tað ein bólkur, ið ikki luttók til finaluna, sum vann eina serliga virðisløn. Her er ein lítil gjøgnumgongd av trimum teimum bestu í finaluni

Sigurjón Einarsson
2. mai 2021 kl. 16:11

Finalan í Sement-tónleikakappingini var í gjárkvøldið, har Joe & the Shitboys stóðu eftir sum vinnarar av kappingini. Nummar tvey gjørdist Tina, meðan High Moon fór avstað við triðja plássinum. Nummar eitt, tvey og trý fáa øll studiotíð hjá Kristoffur Mørkøre – sjey, tríggjar og tveir dagar í studio, umframt gávukort frá Simma Musikkhús. Harafturat var ein serlig virðisløn – skump í reyvina – latin bólki, ið ikki luttók til sjálva finaluna, og tað gjørdist Elevator Alligator, sum eisini vann sær studiotíð hjá Kristoffuri.

Her er ein lítil gjøgnumgongd av trimum teimum bestu í finaluni:

Heimurin bíðar eftir Joe & the Shitboys

Punkbólkurin, ið møguliga er á gáttini til eitt semi-altjóða gjøgnumbrot, lótu teg ongantíð vera í iva, at teir meina business! Hevur tú upplivað Joe & the Shitboys til konsert, so upplivir tú, at teir eru in your face frá fyrsta bríkslið av, og tað vóru teir eisini í gjárkvøldið, tá Joe og restin av bólkinum, allir í ælaboga-armbandi, stjólu framljósið og vunnu kappingina.

Frontmaðurin í bólkinum, Fríði Djurhuus, er gjørdur til punk, og tað hevur hann ikki frá fremmandum, tí tey, sum hava upplivað pápan, Jóannes Djurhuus, til undirvísing í støddfrøði á studentaskúlanum á Kambsdali síðst í 90-unum, vita, at tað kundi stinga heilt av til hansara undirvísing, fyri at brúka eitt vánaligt føroyskt heiti. Punk-støddfrøði hjá Jóannesi, ja, har fekk mann nógvar punk søgur at hoyra. Tað var, so segði hann, sera áhugavert til tíðir, tá lærarin – mitt meðan vit loystu onkra líkning – kundi finna uppá at spyrja fittastu og mest óskyldiga gentuna í flokkinum, um hon hevði verið skít og dumma seg í vikuskiftinum, so loysti tað eitt sindur upp uppá stirvna huglagið í flokkinum av hesi næstan óloysiligu líkning, men stakkals gentan var hummarreyð.

Joe & the Shitboys, sum í tónleikasending hjá "gubbanum hjá punk-tónleikinum", Iggy Pop, í síðstu viku fingu drúgva umrøðu, røkti sín setning til lítar og streyk avstað við fyrsta plássinum.

Eftir er bara at ynskja Kristoffuri góða eydnu við at hava Joe & the Shitboys í studio í sjey dagar, tí skal sama orkan, sum vit áhoyrarar uppliva til teirra framførslur, koma til sjóndar í studio, so fara onkrar mikrofonir nokk í smildur.

Ein trygg framførsla frá Tinu

Bólkurin Tina tók nógv av bóli til annað umfar av kappingini, og vann sær luttøku til Sement-finaluna. Tey høvdu skift ein sang út til finaluna, men tað riggaði bara heilt væl.

Tónleikurin hjá Tinu Mellemgaard, ið byggir á hennara tankar um lívið, lívsins grundarlag og menniskjans stóra virði, hevur okkurt uppá hjartað – og tað ger hon á donskum, skal eg heilsa og siga. Onkur tjóðveldissinnað sál fær kanska kaffið í rangastrúpan, men tað riggar til inniligu sangirnar hjá bólkinum, at Tina syngur á donskum. Tina hevur búð niðri og hevur danskan pápa, og tí fellur tað henni náttúrligt at syngja á donskum, sigur hon.

Tú hoyrir beinavegin, at hetta er inniligur tónleikur. Tina hevur eina sera kremuta rødd og tað riggar væl til tílíkar inniligar sangir. Men Tina er ikki alt. Hon hevur eisini dugnalig fólk afturat sær í bólkinum, og eins og í undanumfarinum, so var tað ein trygg framførsla hjá bólkinum, sum vann teimum eitt annað pláss í kappingini.

Vit fingu aftur eftirskúlastemning í seinasta sanginum hjá bólkinum, sum eg var eitt sindur eftir til undanumfarið, men eg gav aftur eftir hesuferð og syngi enn duuudududu...dududu...dudu...

Eitt lítið skýggj kom fyri sólina hjá High Moon

High Moon, sum blásti øll um koll í undanumfarinum, skuldi leggja frá landi og byrjaði sum fyrsti bólkur finaluna í Sement anno 2021. Vónirnar vóru sera høgar eftir framúrskarandi framførsluna 24. apríl, tá High Moon skein sum ein sól og kom víðari til finaluna, men hendan framførslan í gjárkvøldið stendur ikki líka sterk í minninum, sum tann, ið vann High Moon sessin í finaluni. Um tað var vóru nervar, sum spældi eitt puss, er ilt at siga, men bólkurin kom ikki líka væl uppgávuni hesuferð, tíverri. Synthesizer-byrjanin legði upp til “Jump” hjá Van Halen, men tað kom ikki og so vóru onkrir tekniskir trupulleikar í byrjanini, so samlaða ljóðmyndin kom ikki til sín rætt. Men tá alt kom til alt, rakk tað til eitt triðja pláss í kappingini.

Kanska vóru tað eisini mínar vónir til bólkin, at eg skrivi hesar linjur omanfyri, tí eg væntaði mær so nógv av bólkinum, ið spælir so deiliga góðan synthpopp-glaðan-Lukas Graham tónleik, men fallið tó ikki í fátt, ungu menn! Nú er at smíðað, meðan jarnið er heitt. Tað er tónleikur, ið skal spælast – innspælast – og so skulu tit heilsa og heiðra blíðu summarnáttini við tykkara framúrskarandi tónleiki, áðrenn menn fara undir hægri lestur og annað, skilji eg á lagnum.

Vónandi er High Moon lív lagað eftir summarfrítíðina, tí her eru menningarmøguleikar við hesum bólkinum, tí hesin bólkurin sær sera spennandi út.

Hini trý, sum vóru í finaluni vóru:

- Brimhvítt (fólksligur poppur)

- Marius DC (hip hop)

- Dóttir (singer songwriter)

Skump í reyvina til Elevator Alligator

Sum eina eyka gularót, so burturlutaði Reinsaríið eisini ein vinning, sum var óheftur av dómarapanelinum. Hesin vinningurin kallast “skump í reyvina”, sum er ein máti at veita einum bólki eini hjálpandi hond. Hesin vinningurin verður eisini studiotíð.

Hóast Elevator Alligator ikki vann sær víðari luttøku úr øðrum umfari av Sement-kappingini, so hava fyrireikararnir av kappingini bitið merki við framførsluna hjá grunge-bólkinum, ið var ein tíðarlummi aftur til Seattle fyrst í 90-unum.

Forsangarin, Kjartan Torbensson, ið er ein hybrid millum Chris Cornell, Layne Staley og Eddie Vedder, har síðstnevndi ljóðar at vera størsti íblásturin hjá sangarinum. Viðhvørt ljóðar tað eitt sindur sum Chris Cornell, ið roynir at syngja sum Eddie Vedder, men tað er ikki negativt meint, tí tað liggur væl fyri hjá Kjartani at syngja  

Bólkurin manglar kanska eitt sindur at verða betri samanspældur, men nú hevur bólkurin vunnið sær studiotíð, so her kann okkurt skilagott spyrjast burturúr hesum. Eg gleði meg at hoyra.

Sement er av á hesum sinni, men vónirnar til næstu kapping eru longu høgar, tí støðið hevur verið rættiliga høgt. Reinsaríið hevur eisini verið ein góð blandimaskina til at hýsa Sement, men var hon kanska eitt sindur ov lítil til sjálva finaluna? Skilji á lagnum, at har var útselt til finaluna. Tað prógvar, at fólk eru áhugaði í at hoyra nýggjan føroyskan tónleik.