Eg hevði ikki ordiliga tikið tað við í røðuna, segði Trump, tá hann á árliga fundinum hjá World Economic Forum í Davos, Sveits, byrjaði røðu sína fyri løtu síðani.
- Eg havi stóra virðing fyri bæði fólkinum í Grønlandi og í Danmark. Men øll NATO-londini hava skyldu at verja londini, segði hann.
Síðani vísti hann til seinna heimsbardaga, tá Danmark gav seg undir nazistýskland.
- Tí er Danmark ikki ført fyri at verja Grønland, segði hann.
Hann greiður frá, at USA bjargaði Grønlandi undir seinna heimsbardaga, og síðani gav tað aftur til Danmarkar.
- Var tað ikki fyri okkum, so tosaðu tey øll týskt og eitt sindur japanskt beint nú. Tey eru so ótakksom.
Eisini endurtók hann fleiri ferðir, at Grønland av røttum er amerikanskt øki.