Ein morgun hava tey sæð eina grind uttan fyri Bøsdalafoss, og roynt verður at reka hana á Sandavág.
Kári Thorsteinsson, sýslumaður, sigur, at grindin gongur við nógvari ferð.
Í hesum sambandi verður boðað frá, at alt øki í ein fjórðing frá grindini er lýst sum grindaøki, eisini í luftini.
Sýslumaðurin sigur, at nakað av springara er uppí, og roynt verður at fáa teir burtur úr, men eydnast tað ikki, fylgja teir bara við.