Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var komin í eina gravimaskinu upp i á Vatnaskørðum.
Løgreglan sigur, at talan var um eina stóra maskinu og at hon kolaðist upp.
Løgreglan fer nú at kanna maskinuna fyri at vita um tað ber til at staðfesta, hví eldur kom í.
Men tey siga, at hesa árstíðina hendir tað seg ikki so sjáldan, atfuglar byggja sær reiður í motorrúminum á gravimskinum, bussum, lastbilum, og øðrum, sum stendur - og tá ið motorarnir so verða startaðir, verður tað so heitt, at eldur kemur í reiðrið, og so er vandi á ferð.
Um tað var hetta, sum gjørdi seg galdandi í hesum føri, vita tey einki um, men hyggjuráðini eru at kanna motorrúmini á akførum, sum hava staðið leingi, áðrenn motorurin verður startaður.