Ongi úrslit

Granskingin av sjósílum heldur fram

Verkætlanin skal geva betri vitan um, hvussu alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósíl og umhvørvið í sjónum

Kirstin Eliasen, deildarleiðari hjá Firum, og Øssur M. Dalbúð, ráðgevi hjá Havbúnaðarfelagnum, taka lógvatak saman, tá ið avtalan varð longd
industry.fo/Havbúnaðarfelagið
Í gjár kl. 13:53

Havbúnaðarfelagið og Firum halda fram við sjósílaverkætlanini, sum partarnir sjósettu í 2019.

Verkætlanin, sum skal lýsa støðuna hjá sjósílastovninum í Føroyum, heldur fram eitt ár afturat. Tað eru Havbúnaðarfelagið og P/F Firum vorðin samd um. Partarnir hava longt avtaluna, sum byrjaði í 2019.

Verkætlanin skal geva betri vitan um, hvussu alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósíl og umhvørvið í sjónum. Havbúnaðarfelagið metir, at tað hevur stóran týdning at kanna, tí áðrenn verkætlanin fór av bakkastokki var vitanin um sjósílastovnin avmarkað.

Firum hevur staðið fyri kanningunum síðani 2019, eftir at Havbúnaðarfelagið í 2018 heitti á felagið um at taka ábyrgdina. Allar kanningarnar verða fíggjaðar av Havbúnaðarfelagnum, og úrslitini hava longu verið við til at økja munandi um vitanina.

Tvey høvuðsøki verða kannað
Verkætlanin er býtt í tveir partar. Tann eini snýr seg um at kanna, nær og undir hvørjum umstøðum sjósílayngul ferðast frá ánni út á sjógv. Hin parturin er at kanna støðuna hjá vaksnum sjósílum á sjónum, og saman geva hesir partar eina heildarmynd av støðuni.

Ynglið verður PIT-merkt, áðrenn tað verður sett út í ánna. Antennur við ánna og á sjónum skráseta síðani ferðingina hjá ynglinum. Til kanningarnar av vaksnum sjósílum verða síl fangað við gørnum, samstundis sum sílafiskarar kunnu vera við og senda inn upplýsingar um sílini, teir fiska.

Firum hevur ment serligar brævbjálvar, ið gera tað lættari hjá sílafiskarum at senda inn roðsluprøvar. Í heyst verður aftur drigið lut um ein vinning upp á 10.000 krónur millum øll, sum senda brævbjálvar inn.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

19 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48