Drúgv yvirlitsgrein (review) er útkomin í Sports Medicine, sum er eitt av heimsins mest viðurkendu vísindaligu tíðarritunum á sínum granskingarøki.
Magni Mohr, professari og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsrithøvundi og ábyrgdari á yvirlitsgreinin, sum hevur heitið: “Muscle glycogen metabolism and high-intensity exercise performance: A narrative review”.
Hinir granskararnir, sum eru við, teljast millum mætastu vøddafysiologar í heiminum.
Ofta ganga altjóða granskarar saman um at skriva vísindaligar yvirlitsgreinar, sum neyvt útgreina tey serøki, sum teir hava granskað leingi. Og í hesum føri verður farið heilt aftur í 1930´ini eftir granskingarúrslitum og fram til dagin í dag.
Nýggja yvirlitsgreinin viðger, hvussu kolvætulagrini (glykogenið) í vøddakyknunum stýra (regulera) lívevnafrøðiligu tilgongdum frá tí, at ein nervaimpulsur rakar vøddakyknuhinnuna og til kraft og orka verða ment inni í kyknuni, meðan arbeitt verður av grimd. Hetta eru neyðugar tilgongdir fyri, at vøddin kann arbeiða og framleiða orku á munadyggan hátt.
- Í 1939 vístu donsku granskararnir Christensen og Hansen á eitt greitt samband millum kolvætuevnaskiftið í vøddum øðrumegin og kropslig avrik hjá menniskjum hinumegin, greiðir Magni Mohr frá.
- Í 1960´unum, tá vøddabiopsimetodan varð uppfunnin, vístu navnframi Bengt Saltin og hansara starvsfelagaðar fyri fyrstu ferð við beinleiðis mátingum á, at nøgdin á vøddaglykogeni er tætt knýtt at langtíðaravrikum. Síðan hava vit og onnur víst, at vøddaglykogen verður niðurbrotið ymiskt í ymiskum sløgum av vøddafiprum og ymsastaðni í vøddakyknuni, sum so aftur vísir á serstøku og fjølbroyttu leiklutirnar hjá glykogeninum, sigur professarin.
Magni Mohr er so sera fegin um hesa nýggju greinina.
- Ja, tí talan er um eina umfatandi grein, har vit eru fleiri altjóða granskarar við sterkum profilum á vøddafysiologiska økinum, sum hava arbeitt saman. Millum annað hevur Lawrence Spriet frá University of Guelph í Kanada kannað leiklutin hjá vøddaglykogeninum í eini hálvthundrað ár og er ein av teimum heilt stóru arbeiðsfysiologunum seinastu áratíggjuni.
- Talan er eisini um eitt dygt yvirlit yvir grundgransking, sum hevur alstóran týdning fyri at betra um avrikini í úrvælsítrótti og fyri betur at skilja grundirnar til vøddamøði undir hørðum arbeiði, eins væl og at skilja nakrar av høvuðsmekanismunum í evnaskiftissjúkum, sum typu 2 diabetes, sigur Magni Mohr.
Magni Mohr, sum telist millum mest endurgivnu føroysku granskararnar í vísindaligum bókmentum, samanber stóru yvirlitsgreinina við ein vísindaligan varða, sum hann væntar, at vøddafysiologiskir granskarar í komandi tíðum javnan fara at leita aftur til.
Úrtak av greinini kann lesast her.
Kelda: Fróðskaparsetur Føroya