Ongi úrslit

Gott nýtt til Seebach-fjepparar!

Seebach er ein vinur hjá SF, sigur Erik Biskupsstøð.

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Nú SF 2026 hevur kunngjørt at Rasmus Seebach kemur og upptraðkar á SF í ár, spurdu vit Erik Biskupsstøð um hann kundi siga eitt sindur meira um hesi góðu tìðindir, teir mongu føroysku Seebach-fjeppararnir hava fingið.

Erik hevur verið við sum fyrireikari av SF øll árini, heilt frá byrjan í ár 2004.

Vit spurdu hann hvussu tað ber til, at Rasmus hevur valt at koma til Føroyar aftur í ár. Hetta hóast hann er ein vælumtóktur og nógv eftirspurdur sangari, og tí ivaleyst fær nógv onnur lokkandi tilboð.

-Seebach er ein vinur hjá SF. Hann spælir sera fáar og útvaldar kosertir. Vit vita um nógvar føroyingar, sum ikki megnaðu at keypa atgongumerkir til fáu Arena-konsertirnar, sum hann hevði í Danmark í fjør, tí tær blivu beinanvegin útseldar, sigur Erik og heldur fram

-Tí eru vit ógvuliga fegin um, at hann hevur valt at koma til SF við ikki færri enn 20 fólkum í ferðalagnum.

Hann kennir góðu umstøðurnar hjá SF fyri einum rimmar show'i, so tað gleða vit okkum til at bjóða føroyingum í August, sigur Erik, at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57