Ongi úrslit

Gongutúrar minka um vandan fyri demens

Kanningar vísa eisini á at bæði tempo og intensitetur hava týðning fyri úrslitið.

Jóhanna Højgaard
1. juni kl. 22:28

10.000 stev um dagin er oftast málið, um man vil koma í form og halda seg har. Ein nýtist tó ikki endiliga at ganga akkurát so nógv um dagin, fyri at halda heilan í form.

Sambært einari nýggjari kanning, kann tað gera stóran mun á vandan fyri at fáa demens, um tú tekur færri stig. Tað er serliga galdandi, um tú ert yvir 50 ár vísur tað seg.

Dáturnar vórðu savnaðar inn umvegis sporing av aktivitetstólum sum luttakararnir høvdu uppiá sær. Úrslitini hava fingið munandi ans innan heilsuøkið.

Man kann fáa upp til 50 prosent av bestu effektini við einans 4.000 stevum.

Kanningar vísa eisini á at bæði tempo og intensitetur hava týðning fyri úrslitið.

So jú skjótari og miðvísari ein gongur, tess betri er effektin.

Sambært granskarunum gevur eitt 30 minuttir langt tíðarskeið við skjótum gongutúri, enn størri verju móti demensjúku.

Alzheimers feløg í fleiri londum greiða frá at serliga eldri fólk, hava stóra nyttu av at vera kropsliga virkin. Tað bæði bøtir um minnið og hugsanina, og eisini minkar tað um vandan, fyri at fáa hesa óttafullu sjúkuna.

Serkøn vísa eisini á, at gongutúrar í bólkum kunnu styrkja bæði felagskensluna og sálarligu heilsuna hjá teimun sum eru rakt.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

12 tímar síðan

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48