Gongdin er góð á flest øllum økjum, og bæði útlán, innlán og realkredittlán eru hækkað.
Virkisvavið hjá samtakinum er vaksin 7% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Útlánini eru hækkað 5%, innlánini 8% og realkredittlánini 6%. Vøksturin stavar serliga frá øktum virksemi hjá bæði privat- og vinnukundum.
Forstjórin, Turið F. Arge, sigur, at bankin er nøgdur við gongdina:
– Vit eru fegin um góðu gongdina higartil í ár, sigur hon.
Økt kundavirksemi
Bankin hevur sæð vaksandi virksemi í virðisbrævahandli og íløgum. Fleiri kundar velja at seta pensjón í íløgur fyri at fáa betri avkast. Samstundis er góð gongd í tryggingarvirkseminum hjá Trygd.
Hóast góð úrslit, vísir bankin á geopolitiskan ótryggleika. Hetta kann ávirka inflatión og renta. Sambært bankanum kunnu tvær rentuhækkingar væntast í ár.
– Vit mæla nógvum kundum til fasta rentu, sigur Turið F. Arge.
Leiðslan væntar eitt nettoúrslit fyri 2026 á millum 195 og 235 mió. kr. Higartil eru ongar ábendingar um, at kundar hava trupulleikar við at rinda síni lán.