Ongi úrslit

“Gleði meg mest av øllum at umboða Føroyar!”

Badmintonvangamynd til Oyggjaleikir á Orknoyggjum 2025: Bjarnhild í Buð Justinussen, 20 ár.

Jonhard Hammer
5. juli 2025 kl. 16:00

Felag?

Klaksvíkar badmintonfelag (KBF).

Hvussu leingi hevur tú vant badminton?

Síðan 1. flokk

Hvat dámar tær best við badminton?

Mær dámar væl blandingina av hvussu nógv tað krevur fysiskt, teknist og taktiskt, og einki er sum ein góður gevandi badminton dystur.

Hvat er tín yndis bólkur? Single, double ella mix?

Mær dámar væl single, har man syrgir fyri øllum sjálvur á bananum, men at deila banan við einum øðrum í double, og tað skjóta spælið, haldi eg er nógv stuttligari.

Hvat er títt yndis slag?

Kross net og smash.

Hvør er tín fyrimynd í badminton?

Síðan eg byrjaði at spæla, havi eg altíð sæð upp til tær eldru føroysku genturnar, sum vóru góðar, tá eg var yngri. Tær motiveraðu meg, tí eg vildi nærkast teirra støði, og tær gjørdu, at eg hevði okkurt at arbeiða ímóti.

Hvussu kennist tað at vera úttikin til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?

Tað kennist ordiliga gott at enn einaferð verða úttikin til Oyggjaleikir, serliga nú tað gekk so væl seinast.

Hvat er títt mál á Orknoyggjum?

Sjálvandi at endurvinna liðkappingina aftur í ár, og í tí individuella fari eg sjálvandi at stremba eftir gullinum;)  

Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina?

Eg havi fyrireikað meg í eina tíð nú við styrkjivenjing, har eg serliga havi fokuserað uppá fyribyrging av skaðum eg havi stríðst við fyrr, konditiónsvenjing og ikki minst dystarvenjing

Hvat gleðir tú teg mest til á Orknoyggjum?

Gleði meg til kappingina, gott samanhald og ein góðan stemming. Eisini at síggja hvussu støðið og umstøðurnar eru í mun til seinast, og mest av øllum at umboða Føroyar!


Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10