Ongi úrslit

“Gleði meg mest at vísa, hvat eg kann á bananum!”

Badmintonvangamynd til Oyggjaleikir á Orknoyggjum 2025: Rúni Øster, 22 ár.

Jonhard Hammer
5. juli 2025 kl. 20:00

Felag: Københavns Badminton Klub.


Hvussu leingi hevur tu vant badminton?

Síðani 1 flokk, so umleið 15 ár.


Hvat dámar tær best vid badminton?

Tað skjóta spælið, og hvussu taktiskt tað er.


Yndis bólkur:

Double.


Yndis slag:

Smash.


Hvør er tín fyrimynd innan badminton?

Síðani eg byrjaði sum 8 ára gamal, hevur tað altíð verið Lee Chong Wei.


Hvussu kennist tað at vera úttikin til oyggjaleikirnar á Oyrknoyggjum:

Tað kennist ordiliga gott. Fyrstu ferð eg verið við. Havi bíða leingi eftir hesum!


Hvat hevur tu sett tær sum mál til oyggjaleikirnar á Oyrknoyggjum?

Sjálvandi at vinna lið-kappingina. Eisini at klára meg væl individuelt. Eisini viktigt at hava tað skeg ímeðan!


Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina?

Venji styrki venjing regluliga, og koyri 100 prosent til hvørja venjing. Hava góða dystarvenjing upp móti leikunum, so man er i dystarformi. Venji eisini tað mentala. Síðani syrgi eg eisini fyri, at eg sovi nokk og havi góða recovery aftaná venjingarnar, so kroppurin hevur tað gott.


Hvat gleðir tu teg mest til á Oyggjaleikunum?

Samanhaldið. At spæla á oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð! Gleði meg at vísa, hvat eg kann á bananum!


Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Eitt heilt samfelag fer at doyggja í nátt

7. apríl kl. 15:46