Felag? Drive Badmintonklub.
Hvussu leingi hevur tú vant badminton?
Eg havi vant í eini 20 ár.
Hvat dámar tær best við badminton?
Mær dámar best skjótleikan í spælinum, og krøvini tað setir til kroppin fyri at megna at fylgja við.
Hvat er tín yndis bólkur? Single, double ella mix?
Mær dámar best double og mix. Mær dámar væl, at man hevur eitt tætt samstarv við ein annan leikara.
Hvat er títt yndis slag?
Mítt yndis slag má vera drive.
Hvør er tín fyrimynd innan badminton?
Mær hevur altíð dámað væl leikarar, sum megna at stýra spælinum við taktiskum eginleikum og yvirblikki. Har er Lee Yong-Dae ein av teimum, sum hevur klárað seg heilt væl og vunnið OL medalju i bæð double og mix.
Hvussu kennist tað at vera úttikin til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?
Tað er fantastiskt at vera úttikin til oyggjaleikir. Hetta eru sættu ferd eg verði við, og eri spentur uppá at síggja hvussu leikirnir verða skipaðir á Orknoyggjum.
Hvat er títt mál á Orknoyggjum?
Tað størsta málið er uttan iva at endurvinna gullið í liðkappingini. Afturat tí ynski eg at Føroyar skulu klára seg betri enn seinast.
Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina?
Eg venji so nogv sum eg kann, bæði badminton og styrkivenjing. Afturat tí eri eg regluliga í kuldakarið og fylgi einari strangari kostætlan.
Hvat gleðir tú teg mest til á Orknoyggjum?
Eg gleði meg mest til at kappast í liðkappingini. Tað er serliga tá, at vit merkja góðan stuðul frá hvørjum øðrum og áskoðarum úr Føroyum.