Ongi úrslit

Glasir hevði fyrsta skúladag í dag

Jóhanna Højgaard
13. august kl. 23:00

Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. Ídag, 13. august var fyrsti skúladagur fyri nýggjum næmingum og lærlingum.

314 næmingar byrja í ár á einum av breytunum á gymnasialum miðnámi, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt.

198 næmingar og lærlingar byrja á einum av breytunum á yrkisnámi í ár.

Hesar eru bilbreyt, elbreyt, smiðju-og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, klædna, FHS og lærlingar innan skrivstovu og handil.

5 næmingar byrja eisini á serbreytini á Glasi í ár.

Á hægri námi byrjar eitt hold við fíggjarbúskapi seinni í august, umframt á partíðarútbúgvingum, sum hægri nám á Glasi eisini hevur.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57