Ongi úrslit

Gjáarfólk rópa varskó nú Landsverk steingir vegin um Eiðisskarð

- Tað er fullkomiliga ørt at steingja vegin í sjey mánaðir. Eg dugi als ikki at skilja tað yvirhøvur. Eg helt ikki tað kundi passa, tá eg sá skeltið, sigur gjáarmaðurin Sofus Debes Johannesen. Hann heldur, at boðini frá Landsverk um at lata vegin aftur fyri almennari ferðslu fram til 1. mai í 2023, eru púra burturvið

Kristian Waag Dam
25. oktober 2022 kl. 08:00

- Tað er fullkomiliga ørt at steingja vegin í sjey mánaðir. Eg dugi als ikki at skilja tað yvirhøvur. Eg helt ikki tað kundi passa, sigur Sofus Debes Johannesen, sum býr við Gjógv. Hann heldur, at boðini frá Landsverk um at lata vegin um Eiðisskarð aftur fyri almennari ferðslu fram til 1. mai í 2023, eru púra burturvið.

Landsverk hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at vegurin um Eiðisskarð verður stongdur fyri almennari ferðslu í heilar sjey mánaðir. Sostatt mugu bygdafólk og onnur, ið brúka vegin dagliga, brynja seg við toli og koyra umvegis Funningsfjørð, um tey ætla sær til Gjáar.

- Tað er nógv fyri, at Landsverk og politiið steingir vegastrekkið um Eiðisskarð í meira enn hálvt ár, sigur Sofus Debes Johannesen.

Sambært tíðindaskrivinum hjá Landsverk er orsøkin til at vegurin letur aftur tann, at vegurin ikki verður saltaður ella ruddaður fyri kava.

- Tíverri er tað komið fyri fleiri ferðir, at bæði persónbilar og bussar hava rent seg fastar í kavanum og í hálkuni, hóast ávaringarskelti, um at einki vetrarhald er, hevur staðið uppi. Nú verður eisini skelti sett upp, ið merkir ongin gjøgnumkoyring, skrivar Landsverk í tíðindaskrivi. Sofus Debes Johannesen metur tó ikki at neyðugt er at stongja vegin.

- Vit sum koyra har dagliga, kenna vegin og koyra eftir umstøðunum, og tí eiga vit sjálvandi at kunna koyra har. Vit vita eisini, nær koyrandi er, og um ivamál er, fara vit umvegis Funnigsfjørð, sigur gjáarmaðurin, sum dagliga hevur koyrt um Eiðisskarð, men sum framyvir má koyra umvegis Funningsfjørð.

Vegurin um Eiðisskarð er stongdur fyri almennari ferðslu fram til 1. mai í 2023.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02